Tónleikur
Manhattan hevur seinnu árini markera seg sum eitt tað virknasta spælistaðið í høvuðsstaðnum við livandi tónleiki nærum hvørt vikuskiftið. Hetta vikuskiftið hevur spælitaðið tryggja sær oddamennirnar í bólkunum, ið vunnu Prix Føroyar í 1995 og 2005.
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Terji Rasmussen"$?$end$!$Terji Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$ vann við Moirae fyrstu Prix Føroyar kappingina, leygarkvøldið verður høvið at uppliva Terja einsamallan við sínum kassagittara á Manhattan. Terji hevur bæði í bólkum og sum einstaklingur verið millum best umtóktu føroysku sangarar síðan seinnu helvt av 80árunum, og hansara partur av føroyska sangskattinum er ikki lítil.<BR>
Tey, ið longu vilja koma í Prix Føroyar hýr fríggjakvøldið, kunnu uppliva Una Debess sangara og gittarleikara í Go Go Blues, ið vunnu Prix Føroyar kappingina í 2005. Uni og hinir vunnu í finaluni á júst Terja, so her er talan um ein sterkan leikara á føroyska tónleikavøllinum. Uni er blús út í fingrarnar, hansara rødd, útstráling og gittarspæl er frálíkt.
Tað er um hetta mundi, at Prix Føroyar verður hildið annað hvørt ár, so hetta Prix Føroyar temavikuskiftið í Manhattan kemur væl við hjá okkum, ið hava eitt sindur av Prix Føroyar uppiseturseykennum.