Prix Føroyar kravt eyka fólk

Politiið í Eysturoynni hevur tey vikuskiftini, Prix Føroyar hevur verið á skránni, havt eyka manning á vakt. Hetta hevur eisini hjálpt, tí nógv hevur ikki verið at gjørt, tá undanumførini hava verið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Um vikuskiftið var seinasta innleiðandi umfarið av Prix Føroyum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Og eins og til hini undanumførini hevði politiið í Eysturoynni brynjað seg til tiltakið og sett eina eyka manning á vakt hetta kvøldið.
? Vit hava havt tvey harðskapsmál hetta vikuskiftið. Her var talan um ein, sum hevði fingið skaða í høvdið og varð innlagdur til observatión, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík.
Annars var tað onkur, sum hevði til fragd at stjala bilstereo úr bilum um vikuskiftið við Mentanarhúsið. Tveir bilar mistu sítt stereo, tí bilarnir stóðu ólæstir.

Á góðari leið

Politiið í Runavík sigur tó, at vikuskiftini hava øll verið á góðari leið, og fólk hava sum heild skikkað sær væl.
? Tá hugsað verður um umstøðurnar, at tað eru nógv ávirkað fólk savnað, so hevur tað staðið væl til. Vit hava jú eisini havt eyka fólk á vakt, og verið á staðnum, so tað hevur eisini gjørt mun, sigur vakthavandi í Runavík.
Prix Føroyar umførini hava kravt ein eyka innsats frá politinum í Eysturoynni, og hetta hava fólk eisini lagt merki til.
Lýst hevur verið í útvarpinum, at politiið hevur verið úti, og heitt hevur verið á fólk um at vera ansin.
? Hetta hevur helst eisini hjálpt, metir vakthavandi í Runavík.
Tilsamans eru seks fólk tikin fyri at koyra við kenning. Tað er í miðal eitt fyri hvørt kvøldið innleiðandi umførini hava verið. Harafturat hava átta harðskapsmál verið og bert tvey fólk eru tikin fyri at koyra ov skjótt.
? Ein kann jú eisini siga, at seks eru seks ov nógv, men ein er jú eisini ein ov nógv, men vónandi er hetta minni enn, hvat tað hevði verið um vit ikki høvdu sett orku av til hetta, sigur vakthavandi.
? Vit hava eisini varhugan av, at nógv hava privatførara tá tey skulu eitt slíkt langt strekki, og eisini eru tað nógv foreldur, sum koyra tey ungu um næturnar. Tað hava vit í øllum førum sæð tá vit hava steðgað bilum.
Ferðslan hevur verið væl kannað, fólk hevur verið á staðnum og inni í húsinum, og harafturat hava vaktarfólkini Mentanarhúsið hevur havt hjálpt væl til eisini.