Á fyrsta sinni fer útvarpið at senda beinleiðis frá øllum undanumførunum í Prix Føroyum.
Byrjað verður hvørja ferð klokkan 21.15, tá fyrsti bólkurin fer á pallin, og sent verður til umleið klokkan 1, tá vinnarin væntandi er funnin.
Millum framførslurnar verða SMS-kappingar, Prix-prát, prát við bólkarnar og ymiskt annað á skránni.
Í samband við Prix Føroyar 2003 hevur útvarpið gjørt eitt nýtt kjakforum, har ætlanin er at áhugað kunnu kjakast um stórsta tónleikaliga tiltakið í landinum. Sí www.uf.fo/prix
Útvarpið sendir bein-leiðis frá øllum undanumførunum, sum verða: 25. januar, 1. februar, 15. februar, 22. februar, 8. mars, og 15. mars. Sent verður sjálvandi eisini frá finaluni í Norðurlandahúsinum, 26. apríl.