Bólkurin við teimum løgnu bókstavunum og tølunum skal úttalast sum Eager To Please. Í bólkinum eru royndir tónleikarar, sum hava spælt við í fleiri øðrum bólkum ? til dømis Diatribes, MC Hár og Fluffy Toys.
Bólkurin var settur saman fyrst í hesum árinum við tí fyri eyga at vera við í Prixnum í ár, og tí hava teir ongar almennar framførslur á baki undir hesum navninum.
Tað eru tó nakrir royndir tónleikarar, sum eru vanir at spæla rocktónleik, og teir ætla sær eisini at gera tað, sum teir eru bestir til, nevniliga at spæla rock.
Bólkurin sigur eitt sindur lokkandi, at teir fara at hava ein gestatónleikara við á pallin leygarkvøldið, men teir vilja ikki seta navn á hendan tónleikaran.