Prix-armbond og góð ráð frá Sparikassanum

Atgongumerki til Prix Føroyar og góð ráð um framtíðina liggja á somu hill í Føroya Sparikassa

Meðan Prix-fepurin við sínum spennandi og góða tónleiki hevur herjað millum føroyingar, hevur Føroya Sparikassi verið miðdepil fyri søluni av atgongumerkjum og teimum serligu Prix-armbondunum.
Sparikassin er høvuðsstuðul hjá Prix Føroyum, og við sínum mongu deildum kring landið hevur hann verið perfektur sum sølustað av atgongumerkjum og armbondum til Prixið. Ungdómsheimasíðan hjá Sparikassanum www.18-25.fo hevur samstundis verið on-line-sølustað.
?Tað er sera tilvitað, at Sparikassin velur at stuðla júst Prix Føroyum. At flyta tónleikin frameftir og at menna ungar tónleikarar hóskar væl saman við tí, Sparikassin dagliga fæst við á ungdómsøkinum?, sigur Ólavur Jensen, marknaðarleiðari í Føroya Sparikassa.

Serlig ungdómsráðgeving
Í eina tíð hevur Sparikassin bjóðað ungum eina serliga og málrættaða tænastu, sum setur tann unga kundan og tørv hansara í miðdepilin.
?Okkara ungdómspakki nevnist ?18-25? og er einastandandi í Føroyum?, sigur Jón Simonsen, leiðandi ungdómsráðgevi í Sparikassanum.
Í stuttum snýr ungdómsráðgevingin seg um, at eitt lið av ungdómsráðgevum kring um í landinum er til reiðar at veita ungfólki góð ráð um uppsparing og fígging. Til dømis hevur Sparikassin serlig ungdómslán og lestrarkreditt, og tað nógva av samskiftinum fer fram umvegis heimasíðuna www.18-25.fo.
?Við ungdómspakkanum í hondini fáa fólk gjørt teirra dreymar um framtíðina til veruleika, og nógv hava higartil valt at brúka møguleikarnar?, sigur Jón Simonsen, ungdómsráðgevi.

- - - - -

FAKTA UM UNGDÓMSPAKKAN 18-25
Sum navnið bendir á, vendir ungdómspakkin 18-25 sær til fólk í aldursbólkinum 18-25 ár.
Í pakkanum eru uppsparing, lestrarkredittur, ungdómslán, gjaldskort, HeimaGreiðsla og uppsparing- og fígging til bústað og bil. Ungdómsráðgevar í Sparikassanum ráðgeva ungum kundum við støði í ungdómspakkanum.
Ungdómspakkin er nágreiniliga lýstur á heimasíðuni www.18-25.fo, og har er eisini ein hópur av tíðindum, kappingar, dagbøkur og annað spennandi at finna.