Privatur framtaksgrunnur stovnsettur

Føroyskir íleggjarar hava tikið stig til at seta á stovn eitt nýtt privat framtaksfelag. Við 26 mió. í skjáttuni fer grunnurin í holt við at gera íløgur við vágafúsum kapitali í føroyskt og útlendskt vinnulív

VINNULÍV

Tórshavn: Fyrsta privata framtaksfelag av sínum slag hevur sæð dagsins ljós í Føroyum. Tað er Kaupthing Føroyar, sum hevur tikið stig til at seta á stovn hetta nýggja íløgufelagið.
?Hetta er nakað, ið vit á Kaupthing hava arbeitt við í næstan eitt ár. Føroya Sparikassi hevur eisini luttikið í arbeiðinun. Vit hava varnast, at Framtaksgrunnurin hevur gjørt nakrar spennandi íløgur, og vit hildu hetta vera eitt gott hugskot, uttan at vit royna at eftirgera Framtaksgrunnin. Vit hava sæð, at tað eru fleiri spennandi íløgur, sum kunnu gerast, sigur Petur Holm, stjóri fyri Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F.
Nýggja íløgufelagið kallast fyri Notio, ið er latín og merkir hugskot.
Stovnararnir av nýggja felagnum eru Kaupthing Føroyar, Sparikassagrunnurin, P/F Framherji, P/F Tórshavnar Skipasmiðja, P/F Varðin og P/F Poul Michelsen.
Kaupthing og Sparikassagrunnurin eru størstu íleggjararnir frá byrjan. Frá byrjan eru 26,1 milliónir tøkar hjá nýggja felagnum, men miðjað verður ímóti at hækka partapeningin til 75-100 milliónir um eini 2-3 ár. Ætlanin er at fáa ein breiðan skara av partaeigarum.
Hetta er samstundis fyrsta íløgan hjá nýggja Sparikassagrunninum, ið gjørdist veruleiki eftir at Føroya Sparikassi varð umgjørdur til partafelag.
Tílík feløg eru kend frá londunum rundanum okkum. Tey fyrstu tílíku feløgini vóru til fyri umleið fimtan árum síðani, og hava hesi sett sín dám á vinnulívið í grannalondunum. Støðugt síggja fleiri tílík feløg eisini dagsins ljós.
Leisturin, ið Notio er bygdur upp eftir, líkist eisini almikið teimum leistum, ið verða nýttir aðrastaðni. Felagið verður umsitið av Kaupthing Føroyar, sum er eitt íløgufelag, sum tekur av líknandi virksemi bæði í Føroyum og uttanlands. Tað er eisini vanligt, at tað eru bankar ella aðrir tílíkir stovnar, ið taka sær virkseminum hjá framtaksfeløgum. Tað verður tó nevndin, ið kemur at taka einstøku avgerðirnar.
Spurdir, um tað ikki er ov seint at komið við einum tílíkum felagi nú, sigur Wilhelm Petersen, at tað fyri so vitt er rætt, at tað kann virka eitt sindur seint, tá tílík feløg hava verið til uttanlands í nógv ár.
?Tað hevur bara ikki verið siðvenja í Føroyum at gera feløg á hendan hátt, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa.
Petur Holm frá Kaupthing Føroyar sigur, at tað er ongantíð ov seint, tí tílík feløg verða allatíðina til.
Talan er í roynd og veru um vágafúsan kapital, ið er savnaður í einum felag. Wilhelm Petersen sigur, at teir taka avgerðirnar á vinnuligum grundarlagið. Teir hava ongar ásetingar ella avmarkingar aðrar enn vinnuligar.

Ongar avmarkingar
Nevndarformaðurin, Wilhelm Petersen, segði á tíðindafundi týsmorgunin, at felagið ongar avmarkingar hevur, tá hugsað verður um, hvørjar íløgur, ið felagið ætlar at gera.
?Vit ætla fyrst og fremst at gera skilagóður íløgur, har tað er ein markantur vakstrarmøguleiki. Vit hava ikki sett nakrar avmarkingar fyri, hvørji feløg ella hvørjar verkætlanir, ið vit ætla at gera íløgur í.
Tað er heldur ikki avmarkað til Føroyar ella føroyskt vinnulív. Tað eru ongar avmarkingar, sigur Wilhelm Petersen.
Ætlanin er heldur ikki at kappast við verandi Framtaksgrunn.
?Vit kunnu lætt ímynda okkum, at vit og Framtaksgrunnurin fara at samstarva um verkætlanir, sigur Wilhelm Petersen, sum als ikki sær nakran trupulleika við at hava fleiri tílíkar grunnar ella feløg.
Higartil hevur nýggja felagið onkra verkætlanir liggjandi, ið teir skulu taka støðu til, men teir undirstrika, at teir ongar avmarkingar hava.

Kend nevnd
Nevndin í nýggja felagnum telur fleiri kend nøvn. Í nevndini sita Anfinnur Olsen, Kristoffur Laksá og Wilhelm Petersen. Kristoffur Laksá og Wilhelm Petersen eru kendir úr Framtaksgrunninum.
Stjórin fyri felagið verður Kristian Petersen, ið til dagligt starvast hjá Kaupthing. Avgerðirnar, um hvørjar íløgur, felagið skal gera, tekur nevndinn sær av. Tað verður sum sagt Kaupthing Føroyar, ið fer at standa fyri umsitingini av felagnum.

Skrásetast
Ikki bert er ætlanin, at nýggja íløgufelagið skal hava nýggjan kapital, men ætlanin er eisini, at felagið skal skrásetast á einum komandi føroyskum virðisbrævamarknaði. Hetta gjørdi nevndin greitt á tíðindafundinum.
Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa, segði á tíðindafundinum, at ein av orsøkunum til, at vit ikki hava sæð hetta slagið av íløgufeløgum áðrenn er, at vit ikki hava ein virðisbrævamentan ella royndir av at keypa virðisbrøv gjøgnum eina virðisbrævamarknað.
Hóast eingin av teimum, ið vóru til staðar, dugdi at siga, nær ein føroysku virðisbrævamarknaður verður veruleiki, so gjørdu teir greitt, at nýggi íløgugrunnurin, Notio