- Tað er heilt burturvið, at siga, at privatu partaeigararnir í Atlantsflogi eru snýttir.
Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins.
Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um eigaraviðurskiftini í Atlantsflogi.
Privatu partaeigararnir í Atlantsflogi føla seg snýttar, tí Landsstýrið hevur bara einskilt ein triðing av felagnum, hóast tað varð boðað frá, at tveir triðingar skuldu einskiljast, so at felagið verður á privatum hondumm.
Hetta eru summir politikarar samdir í, eitt nú Bjarni Djurholm, sum skipaði fyri einskiljingini.
Men tað er Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ikki samdur í.
Hann sigur, at hóast tað stendur í fráboðanini til virðisbrævamarknaðin í 2007, at tveir triðingar av felagnum skuldu einskiljast, stendur tað eisini í eini viðmerking, at av tí at løgtingsval stóð fyri durum í 2008, kundi ætlanin verða broytt, ella enntá heilt slept.
Og fyribils er ætlanin slept, tí nú boðar Johan Dahl frá, at ongi stig verða tikin, fyrrenn greiða fæst á, hvørja ávirkan tað fær, at flogvøllurin er longdur, at nýggj farstøð verður gjørr og Atlantsflog er í ferð við at skifta flotan út við nýggjari og betri flogfør.
Tveir knakar
Hesari avgerðini hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, er Kaj Leo Holm Johannesen, samdur í.
- Hesi viðurskifti eru ikki øðrvísi í Føroyum enn alla aðrastaðni í verðini. Eg skilji væl, at privatu partaeigararnir kanska kunnu vera ónøgdir, tí tað stendur svart á hvítum, at ætlanin er at einskilja tveir triðingur.
Men Kaj Leo Holm Johannesen staðfestir eisini, at tað ber ikki til at heingja alt á ein knaka.
- Tað skerst heldur ikki burtur, at tað stendur beinleiðis í upplýsingarritinum í sambandi við einskiljingina, at fyrivarni verður tikið fyri løgtingsvalinum, ið skuldi vera í januar 2008 og at tað kann føra við sær, at ætlanin verður broytt, ella enntá heilt slept.
- Tað kann ikki passa, at íleggjarar ikki vita, at tá ið ein nýggj stjórn tekur við, kann veruleikin eisini verða ein annar enn hann var.
Púra burturvið
Eitt, sum Kaj Leo Holm Johannesen heldur, er heilt burturvið, er, at privatu partaeigarnir vilja hava framíhjárætt til vinningsbýti í Atlantsflogi.
- Tað kann tað ikki verða talan um, tí tað er burtur úr vón og viti. Tað hevði helst verið eindømi í heiminum, at partaeigarar, sum eigur 33% av einum felag, hevur betri sømdir enn ein partaeigari, sum eigur 67% av partapeninginum.
- Atlantsflog er langt frá einasta flogfelag í heiminum, har virðið á partabrøvum er rapað niður, tí tað er ein vinna, sum hevur verið undir sera hørðum trýsti í fleiri ár og nógv flogfeløg eru farin av knóranum.
Ávirka meir
Kaj Leo Holm Johannesen staðfestir, at sum heild má semja vera um, at ein partaeigari, sum eigur 33% av einum felagi, kann ikki hava størri ávirkan enn ein partaeigari, sum eigur 67%.
- Og tað er ein spurningur um ikki partaeigarin, sum eigur meirilutan, altso landsstýrið ikki eigur at gera sína ávirkan meiri galdandi, enn nú.
- Spurningurin er um landið ikki átti at verið nógv virknari við sínum nevndarlimum.
Spurningurin er eisini um vit ikki eiga at gera nevndarlimunum hjá tí almenna greitt, hvat politiski myndugleikin væntar av teimum.
Heldur tú so, at landið skal hava størri ávirkan á ferðaseðlaprísir, fyri at nevna eitt dømi?
- Ja tað er spurningurin um ikki landið átti at verið nógv virknari við sínum meiriluta í felagnum, so at tað var nógv sjónligari í allar mátar, at tað almenna átti meirilutan í felagnum.
- Eg haldi somuleiðis, at við einum samanblandingi av privatum og almennum eigarum, kann tað eisini vera torført hjá leiðsluni at vita, hvønn vegin felagið skal stýrast.
Hinvegin fegnast Kaj Leo Holm Johannesen um menningina í Atlantsflogi og hann ásannar, at leiðsla og starvsfólk hava gjørt eitt gott arbeiði eftir umstøðunum.
Kortini staðfestir hann, at hann sín iva um framtíðina hjá felagnum.
- Føra ábøturnar í Atlantsflogi, og á flogvøllinum, ikki økta kapping við sær, mugu vit viðgera støðuna av nýggjum, við tí fyri eyga, at landið keypir tann einskilda triðingin aftur frá privatu eigarunum.
- Førir hetta ikki kapping við sær, hevur Atlantsflog í roynd og veru einkarrætt upp á loftvegis ferðasambandið ímillum Føroyar og umheimin.
- Og eg má viðganga, at eitt privat monopol smakkar mær illa.
- So er spurningurin um ikki Atlantsflog liggur líka trygt undir tí almenna, tí eg má geva teimum rætt, sum halda, at tað er frægari við einum almennum monopoli, enn einum privatum monopoli, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.









