Tað plagar at vera fyri teimum, ið eru rakt av AIDS, at Elton John arbeiðir fyri, men í næstu viku byrjar hann at stríðast fyri einum øðrum bólki av sjúklingum. Saman við fronsku fótbóltsstjørnuni Thierry Henry, bjóðar tann mótaáhugaði listamaðurin til gallaveitslu í London tórsdagin, við tí endamáli at savna saman 1 millión pund til fólk, ið eru rakt av cystisk fibrose. Veitslan verður á glæsiliga hotellinum Dorchester, og ímillum gestirnar eru David og Victoria Beckham. Út á kvøldið setir John seg við klaverið og undirheldur gestirnar við eini lítlari konsert. Tað skrivar tv2.dk