Sólmundur Joensen
Menniskja vorðin ein lutur
amboð
ein leirklumpur í hondunum á
valdsharrum, spekulantum
tilevna hesar lutir
til júst tað
hesir hava tørv á
menniskju verða givin
eginleikar
sum deyðir lutir
lutir verða givnir
eginleikar
sum menniskju
kunnu lutirnir ikki brúkast
ónýtuligir
verða tveittir á ruskdungan
tirvdir og gloymdir
samvitskan rekur fyri vág og vind
finnur ongan bústað
í valdsharra- og spekulantahjørtum
spekulantar tilevna leirklumpar
til kør og kerald
fylla tey á tremur
síðan tey tøma og knúsa
verða aftur tilevnað
kapitalismunnar ónda ringrás
fjøldin svevur
og letur seg tøla
av høgrarákinum
kapitalistisku snillingunum
Men nú er stundin komin til handa
aftur verða
eitt virki sjálvstøðugt hugsandi menniskja
niðurberja trælahandilin, trælalívið
pamparaveldið og tess leigusveinar
høgrarákið leggur ein myrkan deyðsskugga
niður yvir samhaldsføstu sosialismuna
socialismunnar aðalhyrnissteinur krevur
at øll menniskju verða
fræls og sjálvstøðug
ikki eitt ílat ella amboð
í hondunum á valdsharrum og
spekulantum
høgrarákið, privatkapitalisman
drepur, oyðir og eitrar
alla mannaættina
fær tørvhungurin at vaksa
gerst størri og størri
marglætishjartan stendur at bresta
aftur hetta árið
vann privatkapitalisman
eitrandi høgrarákið stórsigur
arbeiðarafjøldin, proletararnir
svølta
bløða út
spekulantar við øllum snildum
tøma trogið
privatiseringsgudar í hvørjum skýmaskoti
hava góðar dagar
úr tonnum spekulanta-ríkmanna-
kraddaraevjan rennur
ránsveiðusnillingarnir flenna
arbeiðarastættin stendur
nektaður eftir
men nú er ovboðið
stráðshuga til verka fara
og niðurberja órættvísi!
Trælatíðin er liðug ella?










