Privatisering, útlisitering og sentralisering

Útlisitering er eitt mótaorð í ávísum politiskum umhvørvum og millum ávís embætisfólk. Í londunum rundanum okkum hevur verið nógv útlisitering og privatisering. Í Bretlandi vórðu jarnbreytirnar privatiseraðar fyri fáum árum síðani. Tað, ið hendi hesum viðvíkjandi, var, at landsognirnar vórðu so at siga forerdar burtur. Aftaná er bretska stjórnin komin til, at ognirnar vóru groft undirmettar, tá selt var. Í Svøríki hevur man onkustaðni útlisiterað rakstur av ellisheimum, og hevur úrslitið av hesum ikki bara verið gott. Dømir eru um, at røktin hevur liðið undir ókvalificeraðum starvsfólkum eitt nú skúlanæmingum o.s.fr.

Her á okkara leiðum vilja menn eftir øllum at døma ikki standa aftan fyri grannarnar á hesum økinum. Kunningardiskurin skuldi, hóast hann riggaði væl, knappliga ikki vera á almennum hondum longur. Úrslitið er, sum vit nevndu í blaðnum fyri stuttum, at ferðafólk koma til tóman kunningardisk vesturi á flogvøllinum og fáa sostatt bert kunning um hvussu illa føroysk ferðavinna og samferðsla tykist vera skipað.


Hvør hevur ábyrgd av hesi skomm er ilt at vita. Tað varð væl og virðiliga ávarað móti hesum frammanundan, men tær pínufullu royndirnar skulu eftir øllum at døma gerast av teimum, ið nú ráða fyri borgum.


Útlisitering ber í summum førum til í stórum londum, tí marknaðurin hevur tann neyðuga førleika, til at reka onkrar landsuppgávur. Í einum lítlum samfelagi sum Føroyum er straks verri. Teir stórdriftsfyrimunir, ið man hevur í øðrum londum, hevur føroyska vinnulívið vanliga ikki. Landið situr í nógvum førum á førleikanum og neyðugu ressoursunum til at reka hesar uppgávur. Førleikin innan føroyska ferðavinnu er fyri ein stóran mun bygdur upp og mentur undir tí almenna sum høvuðskraft í samstarvi við tað privata, og tí er ilt at síggja, hví menn fara at eksperimentara við útlisitering í hesum sambandi.


Kanska átti landið at nýtt meira kreftir uppá at desentralisera miðfyristingina, heldur enn at royna at skava burtur av kantunum av tí almenna sektorinum við útlisitering ella privatisering. Onkur funktión undir eitt nú Løgmansskrivstovuni, Vinnumálastýrinum, Fíggjarmálastýrinum ella onkrum øðrum stýri kundi verið løgd út til aðrar, tí hesar funktiónir hava hóast alt ikki ligið serliga leingi í miðfyrisitingini. Hettar kundi kanska verið við til at ment eina proffesionella konsulentvinnnu í Føroyum á økjum, har landið ikki er sjálvsagt til at reka uppgávurnar. Slík øki kundu verið marknaðarráðgeving, organisatiónsmenning/rationalisering og búskaparligar projektútrokningar. Útbjóðingarmannagongdir sær eisini út til at vera ein trupulleiki, ið eksternar kreftir kundu hjálpt við.


Onkur amerikanari hevur sagt, at um okkurt ikki er brotið, so skal ein ikki gera tað aftur. Tað kann ikki vera rætt at taka ting sum rigga og so broyta tey av ideologiskum orsøkum, meðan tað er nógv annað sum ikki riggar og bert sleppur at standa við og versna.