Í Degi & Viku fríggjakvøldið tann 14. juni 2002, varð umrøtt, at vantandi kapasiteturin á Bygdaleiðum til bólkaferðir hjá skúlabørnum kemst av privatisering. Talan er ikki um privatisering, men um útbjóðingar av rakstraruppgávum. SL høvdu aftaná útbjóðingina um ársskiftið, bara tríggjar bussar eftir, sum røkja flogleiðina. Hesar umleggingar í rakstrinum, saman við rationaliseringum í ferðaætlanini, hevur havt við sær, at avlopskapasiteturin er vorðin til tað, sum mett er tænastuliga og fíggjarliga ráðiligt.
Viðmerkjast kann, at SL fyrr hevði eitt sindur lættari við at seta inn onkran eykabuss, um t.d. ein bussur hjá SL stóð á Farstøðini, og bussførarnir vóru til arbeiðis álíkavæl. Tá bar til í einstøkum førum, at seta inn eykabuss t.d. til Vestmannar.
SL hava í ferðaætlanini fastar mannagongdir fyri, hvussu skal bíleggjast. Hesar mannagongdir vísa, at bólkar skulu bíleggja í minsta lagi tveir arbeiðsdagar frammmanundan. Frá starvsfólkunum á Farstøðini fekk Veningarskúlin upplýst, at túrurin tey ætlaðu sær við, longu var fullsettur, og at tað ikki kundi lata seg gera at koma við.
Vanligt er, at starvsfólkini í rutupplýsingini hjá SL um kvøldið, avgreiða allar fyrispurningar um bólkaferðir, og senda skrivligt svar út, har bólkarnir antin fáa játtan ella noktan um bílegging. Um bíleggingin verður noktað, verður vanliga í staðin víst til aðrar loysnir:
?Bólkurin kann sleppa við annan túr
?Um bólkurin býtir seg sundur, so kunnu tey sleppa við tveir fylgjandi túrar (henda møguleika brúkti Venjingarskúlin ikki)
?Um bólkurin skal ferðast til ásettu tíðina, so vísa SL til annan arbeiðstakara í økinum, sum kann avgreiða flutningin til ein sámuligan prís.
SL hava valt, at raðfesta íløgur í nýggjar og tryggar bussar høgt, og tí kostar tað nógv eyka at seta inn ein meirkapasitet, á ávísum farleiðum til ávísar tíðir. Upplýsast kann, at SL flyta nógvar bólkar við skúlabørnum og tað er bara í ávísum førum, at hetta ikki ber til vegna plásstrot.
Tað er óheppið fyri ein sakligan tíðindaflutning, at SL í hesum førum ikki fær tær ítøkjuligu upplýsingar, sum neyðugir eru frá tíðindamanninum, áðrenn samrøðuna við leiðaran á fólkaflutningsdeildini hjá SL. Hetta hevði við sær, at sjónarmiðini og upplýsingarnar hjá SL fingu lítið og onki pláss í innslagnum. Hinvegin vildu faktuellir upplýsingar frá SL uttan iva tikið grundarlagið undan hesum høvuðsinnslagnum eitt fríggjakvøld.