8. februar, legði Edmund Joensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram uppskot til samtykar um, at privatisering av almennum partafeløgum. Hetta uppskotið skuldi koma til fyrstu viðgerðar á tingfundinum hósdagin, men varð tað tikið av dagsskránni.
Sambandsflokkurin heitir í uppskotinum á landsstýrið um at leggja løgtingslógaruppskot fyri tingið av alemmnum partafeløgum, og nevnir flokkurin fyrst og fremst Føroya Banka og Føroya Tele.
Flokkurin sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at onnur feløg eisini kunnu koma við í ætlanina, men at talan skal vera um eina varisliga privatisering.
Sambandsflokkurin sigur, at hann allatíðina hevur hildið, at so skjótt ringasta kreppan var av, átti at verið farið undir eina sokallaða normalisering av eigaraviðurskiftunum í Føroya Banka. Somuleiðis vísir hann á, at ætlanin um at gera stovnar til partafeløg bara var fyrsta stigið á leiðini, áðrenn farið varð undir at privatisera.










