Privatiserið rúsuna?

HUXA tekur ikki undir við fráboðanini hjá fleiri politikarum um, at løgtingið skal avgera, um rúsdrekkasøla landsins kann vera í Miðlon ella SMS. Privatiserið stovnin, so sleppur marknaðurin at avgera, hvar rúsdrekkasøla skal vera.

Planbúskapur??Rúsdrekkasøla landsins, hvørs endamál er at tálma nýtsluni, er í einari tvístøðu: hon skal vera tálmandi, samstundis sum løgtingið ásetur eina lóg um, at avlopið skal vera slakar seytjan milliónir krónur. Tvíbýtti hugsanhátturin minnir ikki sørt um Russland undir ídnaðarkollveltingini, tá ið Joseph Stalin gav vinnunum fimmáraætlanir. Landið skuldi framleiða x tons av koli komandi fimm árini. Hugburðurin virkaði ikki í Russlandi, og sami politikkurin virkar heldur ikki í Føroyum. Sum eitt liberalt ungmannafelag kann HUXA ikki taka undir við ætlanunum um planbúskap. Vit eru av tí áskoðan, at rúsdrekkasølan landsins missir einkarættin og verður harvið privatiserað. Sambært fíggjarlógini fyri 2011(§ 6 Vinnumál, síða 141) eru útreiðslurnar hjá rúsdrekkasølu landsins 105.152 milliónir kr. Av hesum eru 89.615 millíonir kr. í keypi av vørum og tænastum, tvs. at skattaborgarin rindar gott og væl 15.5 milliónir kr. (lønir, keyp av útbúna, leigu, viðlíkahald o.s.f.v) fyri rúsdrekkasøluna.??Liberalisma??Sjónarmiðið hjá HUXA er greitt: borgarin skal fáa so nógv fyri skattapengarnar sum møguligt. Vit meta tískil, at privatavinnan hevur eina effektivari umsiting, tí fyritøkurnar noyðast ikki gjalda fleiri milliónir krónur í eykalønum, leigu og viðlíkahaldi. Vit eru tó tilvitað um vandan við rúsdrekkasølu, og tískil skal stórur dentur vera lagdur á fyribyrging. Sambært fíggjarlógini fyri 2011 (§ 6. Heilsumálaráðið, síðu 262), eru eingir pengar settir av til "Tiltøk móti rúsdrekkamisnýtslu". HUXA skjýtur tískil upp, at ein partur av teimum 15.5 milliónunum, sum landið sparir við at privatisera rúsdrekkasølu landsins, fer til fyribyrging. ??Ein vælkunnaður ungdómur er ein øðrvísi tálmingarháttur.?