Gongst sum ætlað, fara privatu fjølmiðlarnir í Føroyum at fáa stuðul á fíggjarlógini næsta ár. Tað segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum á kjakfundi hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisdelag í Miðlahúsinum í kvøld.
Fíggjarliga eru fjølmiðlarnir hart kroystir og leingi hevur verið tosað um at seta tiltøk í verk, sum kunnu tryggja okkum eitt fjølbroytt úrval av fjølmiðlum, tí allir partar ásanna, hvussu stóran týdning, sterkir fjølmiðlar hava fyri eitt vælvirkandi fólkaræðið og fyri almenna kjakið.
Tað hevur gingist ill at fingið politiska semju um, hvat skal gerast, men á kjakfundinum í kvøld segði Bjørn Kalsø, at hann hevur snikkað eina ætlan saman, sum hann heldur hevur góðan møguleika fyri at verða samtykt í Løgtinginum nú í heyst.
Og tað, sum liggur í kortunum, er, at privatu fjølmiðlarnir skulu fáa eina játtan á fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin vil ikki siga, hvussu stóra upphædd, hann hevur sett av til endamálið á fíggjarlógini, sum verður løgd fyri Løgtingið fyrsta dagin. Men í fyrra lagi skal játtanin brúkast til at fjølveita miðlunum útbreiðslustuðul og í øðrum lagi skal hon brúkast til at veita redaktiónunum beinleiðis stuðul. Bjørn Kalsø sigur, at tað skal gerast eftir heilt føstum mannagongdum og hann vónar, at eisini andstøðan fer at taka undir við hesi ætlan.
Annars hevur eisini verið tosað um, at tað er ikki rætt, at almenna Kringvarpið skal dúva upp á lýsinga, men Bjørn Kalsø sigur, at tað ber ikki til at finna nakra semju um tann spurningin, so á tí økinum verður neyvan nakað broytt, í hvussu so er ikki í hesum umfari, sigur Bjørn Kalsø.
|