Privatfólk sleppa nú framat at byggja

Nú sleppa privatfólk at byggja sær bústað við mest umstrídda veg í Havnini

Nú sleppa privatfólk at byggja sethús við Karlamagnusartreyt

Í kvøld hevur Tórshavnar Býráð tikið avleiðingarnar av, at upprunaliga ætlanin at gera Karlamagnusarbreyt til eina miðstaðargøtu handilslívi, er miseydnað.

Nógv stendur óbygt og nógv av teimum, sum hava fingið vinnustykki, royna at selja tey.


Men í kvøld hevur býráðið samykt at broyta ætlaninina og í tí sambandi verður ovari partur av Karlamagnusarbreyt stykkjaður út til bústaðir.

Í alt verður pláss fyri átta tvíhúsum, ella tilsamans 16 bústaðir.

Stykkið til hvønn bústað verður 300-400 fermetrar.

 

Les eisini: Einki bendir á, at borgarstjórin fær rætt

 

Útstykkingin verður skipað soleiðis, at tað verða 4 bólkar við 4 bústøðum í hvørjum bólki við felags atkomuvegi, sum eisini verður felagsøki.

Útstykkingin verður skipað soleiðis, at tey verða bjóðað út, bústað fyri bústað, til tey, sum standa á bílilista.

Síðani stendur tað til eigararnar av hvørjum tvíhúsi at semjast um at gera eina ætlan og standa fyri byggingini.

 

Hetta krevur eina serstaka byggisamtykt, har allir smálutir eru gjølla greinaðir, fyri at fáa eitt gott úrslit, sigur býráðið.