Privatar útstykkingar eisini umfataðar av kommunala bíðilistanum

Á býráðsfundi hóskvøldið broytti Tórshavnar býráð reglugerðina fyri tillutan av grundstykkjum til eisini at umfata útstykkingar, ið kommunan ikki stendur fyri, men har lendið er fingið til vega frá kommununi.

Hetta merkir, at eisini privatar útstykkingar verða umfataðar av bíðilistanum og teimum reglum, ið eru knýttar at bíðilistanum. Seinnu árini hava ymiskir byggiharrar keypt økið frá kommununi og hava bygt bæði vanlig hús, raðhús og íbúðir, hesi eru seld á fría marknaðinum, meðan kommunali bíðilistin er vaksin uppum 1000 umsøkjarar. Eitt samt býráð tók undir við broytingini.