Afturgongdin í lønargjaldingunum í fiskivinnuni er steðgað, men nú er vinnan á landi fyri afturgongd - og hjá tí almenna er stór framgongd. Tað vísa tøl fyri lønargjaldingar í Føroyum, sum Hagstovu Føroya hevur kunngjørt.
Í januar mánaði í ár vóru lønargjaldingarnar góðar 506 milliónir kr. Hetta er 5,6 millónir kr. minni enn í januar 2008. Afturgongdin svarar til 1,1%.
- Í 2008 var tað fiskivinnan sum hevði stóra afturgongd, men tykist henda afturgongd nú at verða steðgað. Hinvegin er vinnan á landi nú fyri afturgongd, sigur Hagstovan um tølini.
Samanborið við januar í 2008 er afturgongdin í byggivinnuni 13% og í tænastuvinnuni 7%.
Lønargjaldingarnar hjá tí almenna vaksa støðugt. Í januar mánaði í ár vóru næstan 8 prosent meira goldið í lønum fyri almenna tænastu enn somu tíð í fjør.