Privat seta útbúgving ígongd á Setrinum

Tryggingarfelagið Føroya rindar nú fyri at seta útbúgving í búskaparfrøði ígongd á Setrinum

TF Holding og Fróðskaparsetur Føroya hava nú gjørt avtalu um at fíggja eina ætlan um at byggja búskaparfrøði upp sum granskingar- og undirvísingarøki á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Tað hendir nú Tryggingarfelagið Føroyar fyllir 75 ár tann fyrsta juli og og hetta høvið fer TF Holding samtakið at hátíðarhalda, sum tey siga í tíðindaskrivi í morgun.

Ein partur av hesum hátíðarhaldi er ein serstøk stuðulsveiting til Fróskaparsetrið.

 

Í hesum sambandi hava TF Holding og Fróðskaparsetrið gjørt avtalu, sum tilsamans gevur Fróðskaparsetrinum fimm milliónir krónur hesi næstu fimm árini.

 

Stuðulin skal brúkast til at seta vísindafólk í starv og at bjóða út bachelorútbúgving í búskaparfrøði.

 

Nýggju vísindafólkini skulu, saman við verandi starvsfólkum, skipa og styrkja búskapargranskingina og undirvísa á komandi útbúgvingini, siga tey í tíðindaskrivi.

 

- Gransking í búskaparviðurskiftum veitir samfelagnum neyðuga vitan og neyðug  amboð til at byggja samfelagsligt og vinnuligt virksemi á, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding í tíðindaskrivinum.

 

Hinvegin sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, at tey leggja dent á at raðfesta búskaparfrøði sum vísindaøki og tí vilja tey virka fyri, at virkisøkið verður væl gróðursett á Setrinum, soleiðis at tað verður leyst av stuðuli tá ið tey fimm árini eru farin.