Privat selja síni partabrøv

Nevndin í Atlantsflog hevur fingið tilsøgn frá at kalla øllum, privatum partaeigarum, sum vilja selja til kurs 210

Nevndin í Atlantsflog hevur fingið tilsøgn frá at kalla øllum, privatum partaeigarum, sum vilja selja til kurs 210. Tí ber til at siga, at nú er føroyska flogfelagið 95,72 prosent alment. Atlantsflog boðar í morgun frá, at felagið hevur fingið tilsøgn um at keypa tilsamans 286.172 partabrøv aftur fyri kurs 210.

 

Freistin hjá privatu partaeigarum at boða felagnum frá, hvørt tey eru sinnað at taka at keypstilboðum, var úti týsdagin klokkan 16.

 

Sambært reglunum kann eitt felag krevja at keypa aftur partabrøv frá minnilutaeigarum, um felagið sjálvt eigur meira enn 90 prosent av partabrøvunum. Við stóru tilsøgnini týsdagin er tí greitt, at teir privatu partaeigarar, sum enn ikki hava givið tilsøgn um at selja síni partabrøv, reelt onga ávirkan hava á síni egnu partabrøv, nú Atlantsflog verður tikið av keypsskálunum.

 

12. februar samtykti løgtingið at geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at tjóðartaka Atlantsflog og taka felagið av keypsskálunum. Atlantsflog skal sjálvt keypa aftur privatu partabrøvini fyri kurs-210, svarandi til 71 milliónir krónur.

 

Undan tjóðartøkuni átti Vinnumálaráðið 67% av partabrøvunum, meðan privatir partaeigarar áttu síðsta triðingin. Aðalfundur er í Atlantsflog mikudagin í næstu viku. Tá verður afturkeypið formliga avgreitt.