Privat pengamaskina

Tað verður eftir øllum at døma ein góð avtala fyri útlendska, privata íløgufelagið byggja, eiga og reka Skálafjarðartunnilin.

Sosialurin veit frá álítandi keldum, at privata felagið hevur tryggjað sær rætt til eitt avkast á 9,8 prosent av íløguni. Um árið.

Eisini hevur felagið tryggjað sær einkarætt til hesa farleið, ið av Landsverki og aðrari serfrøði verður mett sum potentielt, størsta inntøkukelda í føroyska samferðslukervinum.

Einkarætturin verður í 30 ár, og kann harafturat leingjast fýra ferð við fimm árum hvørjaferð. Also ein einkarættur á 50 ár til at eiga og reka farleiðina.

Andstøðan á løgtingið er sera ørkymlað um støðuna. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava sett landsstýrismanninum í innlendismálum ein grein-52 spurning um málið. Kári P. Højgaard hevur tó sagt seg ætla at brúka 10 dagar at svara spurninginum. Harvið verður spurningurin ikki svaraður, áðrenn landsstýrismaðurin ætlandi fer at skriva undir sáttmálan um einkarætt við privata íløgufelagið, ið higartil verður hildið loyniligt.

Í Sosialinum mánadagin eftirlýstu formenninir í stóru andstøðuflokkunum á løgtingi opinleika og kunning um málið. Stóru andstøðuflokkarnir siga seg ikki kunna liva við, at landsstýrismaðurin í innlendismálum skrivar undir ein tílíkan milliardasáttmálan, uttan at løgtingið er kunnað og hevur fingið høvi at viðgera málið.

Heldur ikki inni í samgonguni er semja um leistin. Oddagrein í Sosialinum í dag vísir á, at onkur landsstýrismaður krevur eina kunning frá Kára P. Højgaard á næsta landsstýrisfundi.

Tey atfinningarsomu vísa á, at sambært nýggjastu samferðsluætlanini hjá Landsverki fer privati leisturin í síðsta enda at kosta føroysku brúkaranum 800 milliónir krónur í eyka útreiðslu næstu mongu árini, sammett við um landið gjørdi íløguna. Í útrokningini verður bæði víst til kostnaðin av at fíggja tunnilin, umframt kravið um avkast.

Tí vísir Landsverk á, at privata loysnin merkir væl hægri bummgjald fyri at koyra ígjøgnum tunnilin.

Nú kann Sosialurin so avdúka, at sambært sáttmálanum um Skálafjarðartunnilin, ið liggur at kalla klárur at skriva undir í Innlendismálaráðnum, fær privata íløgufelagið rætt til 9,8 prosent í avkasti av síni íløgu.

Skálafjarðartunnilin er mettur at kosta umleið eina milliard krónur. Landsstýrismaðurin í Innlendismálum fer væntandi at skriva undir avtaluna við privata íløgufelagið í næstu viku.

Sjálvt segði Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi 19. apríl, at ”bera samráðingarnar á mál, verður ein treytað avtala um einkarrætt gjørd áðrenn Jóansøku í ár.”

Eisini boðaði landsstýrismaðurin frá, at eftir ætlan verður koyrandi gjøgnum nýggja Skálafjarðartunnilin í 2018.