Inntøkutrygd
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur valt Alfred Petersen, advokat, til formann í nevndini, sum skal gera tilmæli til landsstýrismannin um eina nýggja skipan við inntøkutrygd.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2010 hevur landsstýrið onga krónu sett av til inntøkutrygd fiskimanna, men hevur meldað út, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum, reiðarar og fiskimenn, í framtíðini sjálvir skulu syrgja fyri síni egnu trygd.
Ein nevnd við eitt nú umboðum úr vinnuni er sett til at gera eitt tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu hesi viðurskifti kunnu skipast.
Alfred Petersen, sum frammanundan er formaður í ALS-stýrinum og áður hevur roynt seg sum “semingsmann” í vinnuloysnum millum politiska myndugleikan og vinnuna er settur formaður.
Tá fiskapakkin í sínari tíð varð gjøgnumførdur, var tað eisini Alfred Petersen, sum megnaði at finna semju millum myndugleikar og vinnu.
Hvussu honum fer at gangast í málinum um at leggja almennu inntøkutrygdina út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum so ella so hevur verið galdandi í meira enn hálva øld, dugir eingin at spáa um.
Tá flotin gongur nøkulunda, hevur almenna inntøkutrygdin kostað landskassanum einar 18-20 miljónir krónur, men í ár, nú eitt nú línuskipavinnan hevur havt stórar trupulleikar við lágum fiskaprísum og vánaligari veiði, fer inntøkutrygdin helst at kosta stívliga 40 miljónir krónur, tá árið er liðugt.
4% í part
Skal inntøkutrygdin leggjast út til reiðarar og fiskimenn, er hugsandi, at partarnir noyðast at rinda hesa skipan í felag.
Hýruinntøkurnar hjá fiskimonnum eru skiftandi, men sum gongdin hevur verið í ár, munnu tær fara at liggja um hálva miljard krónur.
Siga vit, at brúk verður fyri 40 miljónum krónum til inntøkutrygd í 2010, svarar tað til 8% av hálvari miljard.
Enn er ógjørligt at siga, hvussu ein møgulig skipan verður skrúvað saman, men hugsandi er, at reiðarar og fiskimenn koma at rinda hesa skipan í felag, kanska við 4% í part av útgoldnari hýru.
Í øllum førum er greitt, at hetta verður ein stórur eykakostnaður hjá bæði reiðaríum og manningum.
Stór ábyrgd
Jákup Sólstein, sum er fyrrverandi formaður í Føroya Reiðarafelag og formaður í Forskotsgrunni Fiskimanna, heldur, at politiski myndugleikin bara átti at sagt sum var og ikki malið sum hundur um heitan greyt í spurninginum um inntøkutrygd.
Hann vísir á, at hýrukrøv eru tey fremstu, tá reiðaríir koma í trupulleikar.
- Verður tað so, at hýrukrøv og nýggj krøv fyri gjald til inntøkutrygd fara at koma í somu røð, kemur hetta at leggja eina velduga stóra eykaábyrgd á feløg, ið fáast við fiskiskiparakstur.
Fyrrverandi formaðurin í Føroya Reiðarafelag vísir á, at gongdin hjá fiskiskipaflotanum og tá serliga línuflotanum hevur verið vánalig í ár.
- Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu árið í ár hevði sæð út, um eingin almenn mynstulønartrygd var.
Jákup Sólstein heldur ikki, at politiski myndugleikin veit, hvat hann ger, tá hann eftir so stuttari tíð væntar at kunna leggja mynstulønartrygdina, sum hevur meira enn hálva øld á baki, út til reiðarí og manningar eftir so stuttari tíð – og enntá í eini tíð, har stórir partar av fiskiflotanum frammanundan hava ógvuliga trupult við at hóra.
- Eg ivist stórliga í, um politiski myndugleikin veit, hvat tað er, hann er í holt við, og hvat hetta kann koma at merkja fyri okkara fiskiskipavinnu.
Fyrrverandi formaðurin í Føroya Reiðarafelag heldur lítið um at broyta almennu inntøkutrygdina í óðum verkum, sum líkt er til, at politiski myndugleikin nú hevur sett sær fyri.
- At tosa um fæið í Forskotsgrunni Fiskimanna, sum eg eitt nú havi hoyrt Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, nevna, er í mínari verð uttanumtos, tí hetta røkkur ongan veg.
Jákup Sólstein, ið sum nevnt eisini er formaður í Forskotsgrunni Fiskimanna, sigur, at grunnurin eigur slakar 30 miljónir krónur, harav nevndin fyri grunnin fyrr í ár veitti Havstovuni tilsøgn um 10 miljónir krónur úr grunninum til bygging av nýggjum havrannsóknarskipi.
- Tørvurin á inntøkutrygd í ár er omanfyri 40 miljónir krónur, og tí er tað utopi at tosa um, at tær slakar 20 miljónir krónurnar, sum eftir eru, røkka nakran veg, sigur hann.










