Privat felag vil gera Eysturoyartunnilin

Eitt privat felag hevur nú bjóðað seg fram at gera og reka undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy.

Tað sigur Kári P. Højgaard landsstýrismaður i innlendismálum.

Tað var fyri einum ári síðani, at landsstýrið avgjørdi, at Eysturoyartunnilin skuldi bjóðast út til privat at byggja, fíggja og reka.

Síðani hevur Innlendismálaráðið, saman við ráðgevarum og serkunnleika á økinum, kannað, um áhugi er hjá privatum fyri at átaka sær uppgávuna.

- Fundir hava verið við fleiri íleggjarar og feløg, og tey, sum vístu áhuga, blivu biðin um at bjóða seg fram í síðsta lagi tann 17. apríl.

Nú eru hesar kanningar lidnar og í hesum sambandi hevur Innlendismálaráðið gjørt av at fara í samráðingar um við ein áhugaðan íleggjara um verkætlanina

Samráðingarnar byrja beinanvegin, og bera tær á mál, verður ein treytað avtala um einkarrætt gjørd áðrenn jóansøku í ár, sigur Kári P. Højgaard.

Ætlanin er at koyrast skal ígjøgnum Eysturoyartunnilin í 2018.

Meiri verður at frætta um ætlanina í tíðindunum á Rás2 klokkan 12, har landsstýrismaðurin fer at greiða frá tí nýggjasta í málinum.