Privat felag ger djúphavn á Tvøroyri fyri milliónir

PRIVAT HAVN fyri at fáa eina skjóta loysn í sambandi við stóra uppsjóvarvirkinum, sum verður bygt á Tvøroyri, hevur eitt privat felag átikið sær at gera djúphavn fyri nógvar milliónir

Har tað privata ikki røkkur, má tað almenna traðka til.
Soleiðis ljóða eini aldargomul, politisk herróp.
Á Tvøroyri er støðan kanska heldur øðrvísi, tí har er tað næstan soleiðis í hesum døgum, at har tað almenna ikki røkkur, má tað privata traðka til!
Hetta ger seg galdandi nú tey eru farin at gera sitt nýtt, stórt uppsjóvarvirki á Tvøroyri.
Men fyri at tungtlastað nótaskip skulu kunna sleppa at bryggju, krevst eisini, at ein nýggj havn verður gjørd, tí atløgubryggjan, sum er á Tvøroyri, er alt ov grunn.

Privat bygging
Undir vanligum umstøðum er hetta ein uppgáva, sum kommunur vanliga taka sær av.
Men tað verður tað ikki í hesum føri.
Í hesum føri verður tað privata felagið. N.J. Mortensen á Tvøroyri, sum fer at byggja havnarlagið á Tvøroyri út.
Tey hava onga tíð at geva av, tí virkið skal standa liðugt at taka ímóti uppsjóvarfiski longu mitt í summar og tá mugu havnarviðurskiftini vera fingin í rættælag.
Sostatt eru ikki so góðar stundir til at gera útbjóðingartilfar og at bjóða arbeiðið út.
Og tað var nettupp fyri at tað skuldi ganga skjótt, at N.J. Mortensen tók hesa uppgávuna upp á seg, sigur Gudmund Mortensen, stjóri.
Arbeiðið verður ikki bjóðað út, men avtala er gjørd við Articon um at gera arbeiðið og farið verður undir tað sum skjótast.
Articon hevur royndir av havnargerð á Trongisvágsfirði, tí teir gjørdu eisini ferjuleguna á Krambatanga og tað gekk bæði skjótt og væl.
Tað, sum skal gerast á Tvøroroyri er ein havn við 11 metra dýpið og eini atløgubryggju upp á 50 metrar.

11 metrar
Bíligasta loysnin er at fylla út og sostatt skal fyllast út einar 20 metrar út frá atløgusíðuni, sum er.
Tilsamans er sostatt talan um 1100 fermetrar, sum skulu fyllast út.
Grótið til ífyllingina skal takast úr beininum Undir Akurgerði, sum er omanfyri kirkjugarðin á Tvøroyri.
Tað kemur eisini væl við hjá kommununi, tí har hevur verið nakað trongligt í sambandi við jarðarferðir.
Gudmund Mortensen fæst ikki at siga, hvussu nógv arbeiðið kostar.
Men hann staðfestir kortini, at talan er um nógvar milliónir.
Hann sigur, at hendan loysnin er gjørd í samráðið við Tvøroyrar Býráð og so er ætlanin, at kommunan skal yvirtaka atløgubryggjuna seinni.
Borgarstjórin fegnast um framburðin

- Tað er ikki annað enn at fegnast, at vit hava virki her á plássinum, sum eru sinnað at átaka sær eina uppgávu, sum hesa.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, hevur ikki tað allar minsta ímóti, at tað verður eitt privat felag, sum fer at standa fyri ætlanini at byggja havnarlagið á Tvøroyri út fyri at tað skal bera til hjá nótabátum at sleppa til bryggju í sambandi við nýggja uppsjóvarvirkið, sum er í gerð á Tvøroyri.
Virkið skal vera liðugt í summar, men skal skulu skipini sleppa at, er neyðugt við eini atløgubryggju, har tað er djúpari enn tað er nú. Men skuldi tað eydnast til tíðina, var neyðugt at ber skjótt at
- Vit fingu fyrispurning frá einum privatum felag, sum var sinnað at átaka sær at gera djúphavnina og tað høvdu vit onki ímóti, sigur Kristin Michelsen.
Hann sigur, at skuldi tað eydnast at fáa havnarlagið liðugt til tíðina, var hetta tryggasta loysnin.
Hann sigur, at nú skulu so greiða eisini fáast á spurninginum, hvussu verður vorðið við havnini framyvir og um kommunan skal yvirtaka hana.
Grótið til djúphavnina skal takast úr beninum Undir Akurgerði omanfyri kirkjugarðin og tá ið tað er liðugt, er ætlanin at gera ábøtur, so at tað verður hampuligari enn tað er nú.