Privat er munadygt og ódýrt fyri tey ferðandi

Kristian Petersen, stjóri P/F Skálafjarðartunnilin

Skálafjarðartunnilin er dømi um eina verkætlan og ein arbeiðshátt, har alment og privat samstarv kann føra til eina munadygga og ódýra loysn fyri samfelag og brúkaran.

Meirkostnaðurin fyri at lata eitt privat felag byggja og reka Skálafjarðartunnilin, sum hevur verið nevndur í pressuni og á heimasíðuni hjá Landsverk, byggir á aðrar fortreytir enn umsóknin hjá p/f Skálafjarðartunlinum.

Í mun til umsóknina hjá Skálafjarðartunlinum geva hesi tøl tí eina skeiva mynd av verkætlanini, og felagið hevur ilt við at skilja hvat Landsverk vil við hesum íkasti til ta almennu viðgerðina av okkara umsókn.

Umsóknin hjá Skálafjarðartunlinum byggir á, at verkætlanin og loyvistreytirnar verða fastlagdar í samráð við tað almenna. Á henda hátt fæst ein munadygg loysn, í mun til eina óneyðuga tíðar- og orkukrevjandi tilgongd, har tað almenna einsamalt skal gera allar fyrireikingar og átaka sær allar fíggjarváðar av verkætlanini.

Skálafjarðartunnilin hevur í samstarvi við kommunurnar við Skálafjørðin uppá fá ár ment seg frá einum hugskoti millum fólk til eitt virkið partafelag, ið hevur latið inn tekniskt og fíggjarliga vælgrundaða umsókn um at sleppa at byggja og reka fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy til fyrimun fyri allar partar.

Partafelagið sær fram til framhaldandi samstarv við myndugleikarnar um at finna bestu og munadyggastu loysnina. Tá verður nógv tíð og orka spard hjá tí almenna, og samfelagið fær ágóðan av Skálafjarðartunlinum, ikki minst tey, sum í dag ferðast nógv longri leið enn neyðugt.