Privat eiga at sýna bilar

Føroya Arbeiðsgevarafelag hev­ur als ikki somu støðu sum lands­stýr­ið, tá tað snýr seg um út­veit­ing av al­menn­um tænastu. Í skrivi í dag sig­ur fel­ag­ið seg hava ta á­skoð­an, at tað al­menna skal hava kapp­ing fyri á tann hátt at fáa sum mest møguligt fyri skatt­gjald­ar­ans pening.

Felagið vísir á, at kann­ing­ar utt­an­lands vísa, at í krepp­u­tíð­um mink­ar priv­ata virk­sem­ið, með­an tað al­menna virk­sem­ið veksur.

– Fyri at bøta upp á hetta, verð­ur skotið upp, at ein mið­vís út­veit­ing verður gjørd, við tí end­a­máli at skapa virksemi á vinnu­ligum grundarlagi og at mikna um almennu út­r­eiðsl­ur­nar.

Hetta verður í okk­ara grann­a­lond­um ofta gjørt við at bjóða út upp­gávur sum rein­gerð, rakst­ur av kant­i­num, vaktar­tæn­astu, viðlíkahald av bygn­ing­um, KT-tæn­ast­ur og rakst­ur, koyr­ing og verk­staðararbeiði v.m., sigur Før­oya Arbeiðsgevarafelag.

Kári P. Højgaard, lands­stýr­is­mað­ur, segði herfyri, at tað at »sýna bilar skal ikki vera ein upp­gáva hjá priv­at­um verk­støð­um«.

– Hetta verður sagt, hóast tað eru 11.000 bilar, sum bíða eft­ir at sleppa til regluligt sýn, sig­ur arbeiðsgevarafelagið.

Felagið vísir á, at nøkur verk­støð eru góðkend at vátta, at sýnsskaðar verða um­væld­ir. Tá kann kundin fara til verk­stað eftir at hava fing­ið kross­ar frá Ak­stov­uni at gera skað­an utt­an at møta upp­aft­ur til sýn hjá Ak­stov­uni. Í slík­um før­um send­ir góð­kenda verk­stað­ið eina vátt­an til Ak­stovuna.

Í Dan­mark eru tað priv­at­ar fyr­i­tøkur, sum sýan bilar. Um­væl­ing­­ar verða gjørdar á øðr­um verkstøðum. Ar­beiðs­­gev­­ar­a­fel­ag­ið held­ur, at við eini slíkari skipan fær man ikki fleiri krossar, enn neyð­ugt.

– Hetta kann ivaleyst eis­ini ger­­ast í Føroyum. Tað kundi ver­ið eitt krav, at sýn verður framt á einum verk­stað 1, með­an umvælingin verð­­ur gjørd á einum verk­stað­ið 2. Upp­gávan hjá Ak­stov­­uni kundi so verið at havt eft­i­r­lit við bil­verk­støð­um, held­ur Før­oya Ar­beiðs­gev­­a­r­­­a­­fel­­ag.