Prísvøksturin á sethúsum heldur fram

Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka geva eina ábending um, at miðalprísurin á einum sethúsum í Føroyum heldur fram at vaksa. Tó við minni ferð enn vit hava sæð seinastu árini

Miðal sethúsaprísurin í Føroyum var 2,3 mió. krónur í triðja ársfjórðingi í fjør. Sostatt eru sethús í miðal vorðin 16 prosent dýrari, samanborið við árið fyri.

 

Í Tórshavn var miðalprísurin 3,6 mió. krónur í triðja ársfjórðingi, og í Eysturoynni 1,8 mió. krónur. Hetta er ein vøkstur á ávikavíst 9 og 20 prosent, samanborið við árið fyri.

 

Miðalprísurin í Eysturoynni fall tó við 270.000 krónum frá annan til triðja ársfjórðing. Havast skal í huga, at sølurnar ikki eru nógvar í tali, og tí kunnu einkultar sølur hava stóra ávirkan á miðalprísin.

 

##med2##

 

Bústaðarbyrðan er framvegis vaksandi. Bústaðarbyrðan í Tórshavn er í løtuni 33 prosent, í Eysturoynni 19 prosent og í Føroyum 22 prosent. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 3 prosentstig samanborið við í fjør.

 

Bústaðarbyrðan lýsir hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt, eitt par skal brúka uppá at fíggja síni sethús.

 

##med3##

 

Tølini hjá Betri Banka geva ikki nakra ábending um, at sethúsaprísirnir fara at lækka komandi tíðina.