Prísurin á sigarettum eigur at hækka einar 10 krónur fyri hvønn pakka.
Tað heldur Pál Weyhe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Fyrr í vikuni skrivaðu vit her á in.fo at rúsdrekkanýtslan er minkað og tá mælti formaðurin í fólkaheilsuráðnum til, at vit varðveita skipanina við Rúsuni.
Men hann heldur samstundis, at tað hevur stóran týdning, at úrvalið í Rúsuni er bæði stórt og fjølbroytt fyri at tryggja henni undirtøku í fólkinum.
Úrvalið í Rúsuni skal ikki vera so avmarkandi, at tað gevur fólki høvi til at seta fram krav um at fáa rúsdrekka í handlarnar, sigur Pál Weyhe.
Men samstundis sum rúsdrekkanýtslan í Føroyum er lág aftur ímóti í øðrum londum, stendur munandi verri til við roykingini føroyingar, tí tað eru lutfalsliga nógvir føroyingar sum roykja.
- Tann seinasta kanningin vísir, at eini 25 prosent av vaksnum føroyingum yvir 18 ár roykja, sigur Pál Weyhe.
Í londum, vit plaga at samanbera okkum við, eru tað eini 15-18 prosent av teimum vaksnu sum roykja.
- Í Fólkaheilsuráðnum halda vit, at tað føroyingar roykja alt ov illa og at tað gongur ov seint at minka um nýtsluna, sigur Pál Weyhe.
- Vit eiga at leggja dent á at fáa tubbaksnýtsluna í Føroyum niður, tí tað er ikki rímiligt, at vit eru eftirbátar á hasum øki, sigur hann.
Tí mælir Fólkaheilsuráðið framvegis til, at prísurin á tubbakki verður hækkaður.
Pál Weyhe hevur einki boð upp á, hvussu nógv, prísurin skal hækkast.
Men hann heldur, at tað hevði verið hóskandi at lagt út við at hækka prísin á einum sigarettpakka einar 10 krónur og so kundu vit fylgt við, hvørja ávirkan tað hevði fingið á nýtsluna.
Tað svarar til eina hækking á eini 17% til 18% prosent.
Hinvegin eru tað mong sum siga, at hetta er ikki rætti mátin at fáa nýtsluna av tubbakki at minka. Tey føra fram, at einasti mátin at minka nýtsluna, er upplýsing og meiri upplýsing.
Men hesum er Pál Weyhe púra ósamdur í.
- Hvat tubbakki og rúsdrekka viðvíkur, vísir tað seg, at upplýsing hevur alt ov lítla ávirkan á nýtsluna. Øll eru fullgreið yvir, hvussu heilsuskaðiligt tað er at roykja og drekka.
- Tað er ein spurningur um hugburð, men tað er eisini ein spurningur um, hvussu hart tað rakar pengapungin.
- Tí halda vit, at tað, sum hevði hjálpt best í royndunum at minka um nýtsluna, er at seta prísin upp, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum.
Samstundis eigur tubbakk at vera fjalt fyri ungdómi og eigur ikki at liggja frammi í handlunum og sjálvur hevur hann áður borið upp á mál, at tað einans eigur at vera apotekið, sum sleppur at selja tubbakk.
- Endamálið ljóðar eitt sindur frelst, men tað er at beina alt tubbakk burtur úr samfelagnum og tað er eina og aleina út frá einum heilsuligum sjónrmiði, sigur Pál Weyhe.
- Tað verður nógv gjørt burtur úr hassji og hvussu vandamikið tað er og fólk verða sett í fongsul fyri at fáast við slikt. Men samstundis góðtaka vit at tubbakk, sum avgjørt eisini er eitt sera vandamikið eiturevnið, er at síggja allastaðni, undrast formaðurin í Fólkaheilsuráðnum á.