Prísurin á flutningi hækkaður mest

Brúkaraprísirnir eru miðal øktir 3,1 prosent seinasta árið

(Modellmynd)

Brúkaraprísirnir annan ársfjórðing vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør.

 

Samanborið við fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið økt 1,1 prosent, og samanborið sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 3,1 prosent.

 

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

 

Í mun til árligu broytingina í umleið 3 ár innan korona rakti, hevur árliga broytingin í brúkaraprístalinum í Føroyum og aðrastaðni í Evropa hesa fyrstu tíðina við koronu ligið á lægri stigi, men seinastu tvær uppgerðirnnar vísa nú aftur lutfalsliga stóran samlaðan prísvøkstur.

 

Í Føroyum hevur prísurin á flutningi verið fyri størsta vøkstri seinasta árið – heili 8,5 prosent. Prísurin á býli er vaksin 4,6 prosent, og prísurin á frítíð og mentan er vaksin 4,4 prosent.

 

Prísurin hjá hotellum og matveitarum er minkaður 1,4 prosent.

 

##med2##

 

 

 

(Modellmynd)