Samlaði prísurin fyri at sigla aftur og fram um Skopunarfjørð lækkar í morgin – úr kr. 45 í kr. 40 – fyri ferðafólk, ið ikki hava bil.
Samstundis verður farið aftur til skipanina, har billett skal keypast báðar vegir. Í eina tíð hava strandfaraskipini virkað eftir skipan, har billett bert verður kravd inn annan vegin, men hetta verður broytt, nú nýggj innkrevjingarskipan verður sett í verk. Og hon verður altso fyrst sett í verk á Sandoyarleiðini.
Regin I. Jakobsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, segði við Kringvarpið í dag, at hetta verður gjørt, so stovnurin kann hava betri hagtøl fyri farleiðirnar, og fyri at hava neyvari hagtøl fyri, hvussu nógv fólk eru við á einstøku túrunum.