Prískappingin av álvara í gongd

Fimm dagar aftan á, at tryggingarmonopolið er brotið, ger Føroya Brunatryggin vart við, at pakkatryggingin lækkar

Hóast Brunatryggingin í lýsing í blaðnum í dag ger sær stóran ómak at vísa á, at tryggingarprísirnir eru lækkaðir við ikki minni enn 50% síðan 1980, so dylir stjórin á Føroya Brunatrygging Gunnar í Liða ikki fyri, at bíðað hevur verið eftir, hvønn príspolitikk kappingarneytin Trygd førir, nú nýggja felagið kom á marknaðin mánadagin.

Sambært stjóranum á Brunatrygging, so ætlar Brunatryggingin ongan kunda at missa orsaka av prísmunum millum Trygd og Førooya Brunatryggiing

? Nógvir kundar hava ringt fyri at finna út av prísum, so tað er ongin ivi um, at føroyski tryggingarbrúkarin fylgir væl við, hvar tað loysir seg best at tryggja, sigur Gunnar í Liða.

Stjórin á Brunatryggingini vil ikki gera viðmerkingar til ætlanina hjá Trygd at seta seg á ein triðing av marknaðinum.

? Eg vil helst práta um, hvat vit á Brunatryggingini ætla. Og ætlanin er greið: Ongin kundi skal fara frá okkum, tí tað loysir seg betur at tryggja aðrastaðni.

Støðan hjá Brunatrygging er tann, at við monopolbrotinum kann tað í veruleikanum bara ganga afturá.

Gunnar í Liða harmast tó á ongan hátt um, at politiski viljin nú er, at kappast skal á tryggingarøkinum. Hann heldur tvørturímóti, at tað er spennandi við kapping. Og príslækkingini 1. mars sær tað út til, at størsti vinnarin av fríu kappingini verður brúkarin.