Ellivu teir fyrstu mánaðirnar í fjør, frá januar til novembur, útfluttu vit vørur tilsamans 11,4 milliardir krónur. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, Eyðvitað er nógv tað mesta fiskavørur, tí útflutningurin av fiskavørum var 10,4 milliardir.
Í sama tíðarskeiði í 2021 var útflutningurin 8,9 milliardir krónur og sostatt er útflutningurin vaksin 27 prosent í fjørvøkstur. Vøksturin stavar í høvuðsheitum frá príshækkingum, tí nøgdin, vit hava útflutt, var fýra prosent minni í tíðini frá januar til novembur í fjør enn hon var í sama tíðarskeiði í 2021.
Útflutningsvirðið er vaksið fyri øll fiskasløg. Útflutningurin av laksi er vaksin úr fýra milliardum krónum upp í fimm milliardir krónur, ella 27 posent. Hetta er hóast útflutta nøgdin minkaði 6.567 tons, niður í 67.700 tons, tað er ein minking í nøgd upp á níggju prosent.
Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er vaksið 439 milliónir krónur ella 37 prosent, men her er nøgdin er vaksin seks prosent.
Útflutningurin til Russlands var 73 milliónir krónur í novembur í fjør. Í hesum sambandi útfluttu vit sild til Russlands fyri 48 milliónir og 20 milliónur krónur er brenniolja og aðrar vørur til russisk skip. Tað mesta, vit hava útflutt til Russlands síðani kríggið, var í oktobur, tá ið vit útfluttu fyri 100 milliónir til Russlands.











