Prísirnir á sethúsum hækka nógv skjótari enn lønin hækkar

Tað flyta so nógv fólk til Føroya, at tað er ikki nokk av bústøðum

Hesi seinastu árini eru prísirnir á sethúsum hækkaðir nógv meiri enn inntøkurnar hjá fólki eru hækkaðar. Tað sigur Landsbankin í ein uppgerð. Landsbankin sigur, at tað var í 2016, at príshækkingin á sethúsum fór at yvirhálað lønarhækkingarnar og soleiðis hevur støðan verið á hvørjum ári, men 2018 var eitt undantak.  

 

Landsbankin sigur, at í fjør vóru sethúsaprísirnir 5,6 prosent hægri enn teir vóru í 2019, men tøka inntøkan hjá húsarhaldunum øktust bara tvey prosent í fjør. Landsbankin sigur, at prísirnir tey hava tikið við í hesum sambandi eru sethúsaprísirnir í miðstaðarøkinum.

 

Landsbankin sigur, at orsøkin til, at sethúsaprísirnir hækka so nógv, er fyrst og fremst av tí at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið. Og ein orsøk til tað er, at tað eru so nógv fólk flutt til Føroya hesi seinastu árini.

 

Landsbankin sigur eisini, at ein orsøk til, at prísirnir eru hækkaðir, er, at rentan er so lág, tí tá ið rentan er so lág, er tað lutfalsliga bíligt at taka lán og at gjalda rentur og avdráttir av eini stórari skuld.

 

Landsbankin sigur, at veksa sethúsaprísirnir skjótari enn inntøkurnar í fleiri ár, kann tað vera tekin um ovurbjartskygni hjá húsarhaldunum.

 

Er skuldin stór, hevur tað stóran týdning at húskini rinda skuldina fyri at minka um váðan, og fyri at hava nóg mikið av fíggjarligum rásarúmið til at kunna klára eina rentuhækking.