Prísirnir á ráfiski eru garvillir

- Síðan í vár eru fiskaprísirnir bara farnir ein veg, og tað er beint upp eftir, sigur stjórin í Vaðhorn Seafood.

 

- Vinnuliga er korona ein farin tíð. Tað er matur, vit arbeiða við, og fólk skulu hava okkurt at eta.

Jógvan Gregersen, stjóri í Vaðhorn Seafood, sigur, at tey merkja lítið og einki til koronu í løtuni, og tað gongur hampiliga væl at selja saltfiskavørurnar hjá virkinum. 

- Vinnuliga er korona ein farin tíð. Fólk skulu liva aftur. Tað er matur, vit arbeiða við, og fólk skulu hava okkurt at eta.

Størstu marknaðirnir hjá saltfiskavirkinum á Strondum eru Spania og Italia, sum eru nøkulunda líka stórir marknaðir.

- Kvoturnar her í Norðuratlantshavi eru minkandi, og fiskiskapurin svíkur. Tað merkir, sigur stjórin, at prísirnir á ráfiski í løtuni fara sendandi uppeftir, sum hann tekur til. 

Tá korona rakti harðast í fjør vár, fyltust goymslurnar, og prísurin fyri lidnu fiskavørurnar fall, soleiðis at virkið misti nógvan pening. 

- Tá vit umsíðir byrjaðu at fáa fisk út aftur, var hetta fyri ein heilt annan prís. Hetta var í fleiri førum dýrt keyptur fiskur. 

Jógvan Gregersen vísir á, at tá sølan so smátt byrja at ganga aftur, noyddist virkið sjálvandi at tillaga ráfiskaprísin, sum kostaði hjá skipum og manningum í mistum avreiðingarvirði. 

- Men, síðan í februar/ mars í ár er rávøran bara farin ein veg í prísi, og tað er beint upp eftir, og hetta er globalt, sum hann tekur til. Prísirnir á eitt nú longu eru øktir meira enn 50 prosent seinastu átta mánaðirnar, og í dag er longuprísurin væl hægri, enn hann var fyri koronu.

Stjórin í Vaðhorn Seafood sigur, at tá toskaprísurin veksur, veksur prísurin á longu vanliga eisini. 

- Tað vísir seg, at loft er í, hvat ávísir marknaðir rinda fyri vørurnar, og tá toskur og longa gerast ov dýr, keypir marknaðurin brosmu í staðin, sum altíð liggur nakrar krónur lægri í prísi.

Jógvan Gregersen sigur, at stórur toskur er ógvuliga dýrur í løtuni, og feski toskurin fer fyri garrvillar og óhoyrdar prísir, sum stjórin tekur til. 

- Tað kemur so lítið av toski upp á land undan Føroyum í løtuni, at vit saktans kundu arbeitt allan fiskin. Vit síggja, at nøkur fá tons eru á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya av og á, men vit kundu saktans arbeitt 40 tons av toski um dagin, staðfestir Jógvan Gregersen.

Tá eitt virkið sum Vaðhorn Seafood eisini hevur langsiktaðar avtalur um veitingar, er í løtuni trupult at vera við í kappingini um ráfiskin. 

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar kring landið í dag, er stórt serblað um vinnu, og her er nógv forvitnisligt og viðkomandi vinnutilfar at lesa.

 

 

 

 

 

- Vinnuliga er korona ein farin tíð. Tað er matur, vit arbeiða við, og fólk skulu hava okkurt at eta.