Priscilla Presley mist mammu sína

Priscilla Presley, sum var gift rockkonginum Elvis Presley frá 1967 til 1973, hevur boðað frá, at mamma hennara er deyð.

 

Anna Lillian Iversen doyði týsdagin, 95 ára gomul, upplýsir 76 ára gamla Priscilla Presley á Instagram. Har sigur hon seg vera sera, sera kedda. “Hon var ljósið í lívi okkara. Hon kravdi ikki uppmerksemi. Børn hennara vóru alt, ið hon legði nakað í. Hvíl í friði, mamma. Tú verður altíð við okkum”, skrivar Priscilla Presley.

 

Anna Lillian Iversen var einabarn, dóttir Albert Henry Iversen, ið var føddur í Egersund í Noreg. Hann flutti til USA, har hann giftst móðir Onnu Lillian Iversen, Lorraine.

 

Anna Lillian giftst í 1944 flogskiparanum James Wagner og fekk tá eftirnavnið Wagner. Hon fekk 24. Mai 1945 dóttrina Priscilla. James Wagner doyði í flogvanlukku hálvt ár seinni. Anna Lillian og Prescilla fingu í 1948 eftirnavnið Beaulieu, tá Anna Lillian giftst flogskiparanum Paul Beaulieu.

 

Tann 1. Mai í 1967 gjørdist Anna Beaulieu vermóðir Elvis Presley, tá Priscilla giftst Elvis í Las Vegas. Tey bæði hildu saman til 1973 og fingu dóttrina Lisa Marie.

 

Priscilla hevur síðani m.a. havt fleiri leiklutir í ymsum filmum og sendirøðum.

 

Rockkongurin Elvis Presley doyði í 1977.

 

##med2##