Spennandi verður at síggja hvussu samgongan fer at raðfesta í komandi fíggjarlóg, nú hon hevur gjørt tað heldur ivasama fyri ikki at siga ábyrgdarleysa, at hon hevur skarvað hálvtfjórðhundrað milliónir av blokkinum samstundis sum millardrokning liggur fyri framman og heimsbúskapurin gongur illa.
Nøkur øki mugu raðfestast hægri enn tey hava verið ? eitt nú almanna og heilsumál og skúlamál, har standurin ikki hevur verið framúr góður seinastu árini. Einasta øki, har stórvegis vøkstur eftir øllum at døma hevur verið góðtikin er í miðfyrisitingini. Tað tykist løgið, at vit í dag hava eina miðfyrisiting, ið er tíggjutals milliónir dýrari enn fyri fáum árum síðani, meðan tað, ið fyrisitið verður, ikki er størri í eitt nú seingjarplássum á sjúkrahúsum o.l. Við øðrum orðum er almenna tænastan pr høvd í miðfyrisitingini lækkað. Hetta er ikki einum vælferðarsamfelagi til nakran sóma.
Vit mugu ikki gloyma, at vælferðarsamfelagið hevur nakrar grundfunktiónir, ið eiga at verða í lagi óansæð um tað eru góðar ella ringar tíðir. Øll hava krav uppá eina ordiliga skúlagongd og øll hava krav uppá eitt virðiligt lív, eisini í sjúku og ellisárum.
Alt gott um at orða ein politikk inann hetta og hatta, men alt til sína tíð. Tað er ikki rætt at endurskoða vælfungerandi lógir og kunngerðir og niðurseta arbeiðsbólkar til at orða ting, sum eru góð at hava og ikki eru orðaði fyrr, meðan tað alneyðuga sosum at fáa skúlaverkið at uppfylla krøvini í Fólkaskúlalógini liggur á láni.
Politiskt má raðfestingin verða í lagi og hevur serliga vinstrivongurin í Løgtinginum eina torføra uppgávu, tí ikki nyttar at innføra nýggjar imponerandi glansskipanir, um hornasteinurin undir vælferðarsamfelagnum spakuliga syndrast vegna ov lágari játtan til stovnarnar undir miðfyrisitingini ár eftir ár.
Tað er greitt at sera torført verður at koma afturumaftir Finn Norman Christensen bygnaðin, tí at tað eru tíverri nógv, ið feilaktugt javnseta bygnaðin við Stýriskipanarlógina. Bygnaðurin er bert ein funktión av stýriskipanarlógini, og kann bygnaðurin endurskipast við fleiri tvørfunktiónum, felags innkeypi o.s.fr. Eitt er greitt, føroyska samfelagið hevur ikki ráð til bygnaðin sum er, og hevur ei heldur nóg nógv fólk til ein slíkan bygnað. Peningur og ábyrgd má trýstast longur niður í skipanina, so at stovnar og sjúkrahús ikki hvørt ár standa og noyðast at hótta við uppsøgnum, meðan miðfyrisitingin veksur.










