Prinsurin verður brendur

Heindrikur, prinsur, fer til jarðar úr Christiansborg Slotskirkju týsdagin 20. februar klokkan 11. Fólkið fær høvi at siga farvæl við Heindrik, prins, í Christiansborg Slotskirke leygardagin 17. februar. Heindrikur, prinsur, gjørdist 83 ára gamal.

 

Eftir ynski frá prinsinum verður jarðarferðin eitt minni hátíðarhald har einans familjan og nøkur heilt fá onnur eru til staðar.

 

Prinsurin verður annars brendur og sum hann sjálvur ynskti, verður helvtin av øskuni spreidd í donskum sjóøki, meðan hin helvtin verður grivin í eini urnu í privata urtagarðinum í Fredensborg Slottshava.

 

Tað hevur vakt ans, at prinsurin ikki fær eina statsjarðarferð, men sambært kongshúsinum ynskti prinsurin ikki eina slíka.

 

Tað vakti annars ans, tá Heindrikur, prinsur, í august boðaði frá, at hann ikki vildi jarðast undir liðini á Margretu, drotning í Roskilde Domkirke. Hann segði, at tá tey ongantíð vildu javnmeta hann við hana á lívi – hann fekk jú aldrin heitið sum kongur - , skuldi hann heldur ikki javnmetast við hana í deyðanum. Nú fer Kongshúsið so at virða hansara ynski og jarða hann í Fredensborg og ikki í Skt. Birgittes Kapell í Roskilde Domkirke