Danski Heinrikur prinsur hevur spælt sang inn saman við poppbólkinum Michael Learns To Rock. Prinsurin, sum er ættaður úr Fraklandi, spælir flygil á sanginum, sum eisini lutvíst byggir á eina yrking hjá prinsinum. Sangurin er innspældur at verða gáva hjá kongin í Thailandi, sum eisini er jazztónleikari og tónaskald. Sangurin verður eisini givin út talgilt og pengarnir, sum koma inn fyri søluna, fara til ein grunn, sum verjir fílar í Thailandi.










