Krøv um almenna útbjóðing eru sett fyri at javnseta allar borgarar og allar vinnufyritøkur, fyri at almenni myndugleikin best umsitur tey virði, landið, tað er borgararnir, eiga. Og fyri at forða fyri, at politikarar kunna fjálga um summi framum onnur, eftir egnum huga.
Tað er sjálvandi ein smálutur, at ein lítil undirsjóvartunnil millum Streymoynna og Eysturoynna ikki verður boðin út. Her hevur Innlendismálaráðið givið einum privatum felagi lógarfestan einkarrætt. Og enntá áðrenn nakar heilt veit, hvørjir endaligu eigararnir vera, tí fíggjarviðurskiftini vóru ikki komin uppá pláss, tá einkarrættarlógin varð undirskrivað.
Men, her er jú bert talan um størstu útbygging í Føroya søgu, og eina íløgu fyri omanfyri eina milliard. Tað setur líkasum freku gerðina hjá Klaksvíkar kommunu í rætta perspektivið. Og so kunnu øll síggja, hvussu hetta landið verður stjórnað eftir prinsippføstum reglum!