Júst sum í sjeyti- og áttatiárunum, so merkir tað, at politiska skipanin nýtir orkuna hjá felagsskapinum til at bjarga kreditorum, og fjalir tað undir sonevndum atlitum til samfelagið og vanliga borgaran. Tí tað er hetta, sum málið, snýr seg um. Fer tað almenna inn og setur pening í eina privata fyritøku uttan nakra sanering ella skuldaravskriving, so er tað bara ein bjarging av kreditorum og ikki av nøkrum øðrum.
Somu flokkarnir, sum í eini handavending leggja milliónaupphæddir á borðið yvir eina nátt, (ið við vissu fara at skuldarskriva landskassan fyri uppaftur nógv fleiri milliónir), kunnu nýta túsundtals grundgevingar fyri, at tað ber ikki til at finna pening til tað, sum veruliga er almenn uppgáva: Skúlar, mentan, gransking, sosialar skipanir fyri tey veikastu, umhvørvi og so framvegis.
Tjóðveldi segði saman við sambandsflokkinum og sjálvstýrisflokkinum nei til studning, tá fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin í ár 2000 atkvøddu fyri stuðulslánum, veðhaldi og rakstrarstudningi til ein part av fiskiflotanum.
Tjóðveldi segði nei í 2001, tá Smyril Line pikkaði á dyrnar ein mánadag við júst somu grundgevingum og segði, at ein týskur banki fór avstað við skipinum fríggjadag. Tá tóku kreditorarnir seg saman og funnu eina loysn, tí teir vildu bjarga sínum egnu pengum.
Tjóðveldi segði nei, tá reiðarafelagið bað um studning til fiskiflotan, so seint sum í mars mánaða í ár.
Og í øllum hesum førum, vildu bæði fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin beinanvegin geva studning og hartaðu Tjóðveldi fyri “formalia” og at hava prinsippir.
Men okkara prinsipp eru ikki tikin úr leysum lofti. Tey eru bygd á hugsjónir og beiskar royndir, sum allir føroyingar hava merkt á egnum kroppi.
Tað er lætt at hava prinsipp, tá tú ikki skalt brúka tey. Men tað er tá ið á stendur, at prinsippini skulu brúkast og standa sína roynd.
Tó er kanska eitt veruliga fjalt prinsipp, sum bindur javnaðarflokkin og fólkaflokkin saman? Kanska er tað hetta: At tá vinningur skal vinnast, skal tað verða privat. Tá tapini skulu takast, skal tað vera alment. Og vinnarin verður altíð kreditorarnir, meðan taparin verður skattaborgarin.










