Prinsessan víst fram

Í morgun, klokkan átta minuttir yvir ellivu, varð nýggjasta skotið á donsku, royalu greinini víst fram í forhøllini á Rikissjúkrahúsinum, tá prinsaparið slapp heim aftur av hospitalinum við nýggja undrinum.

Lítla prinsessan varð fødd týsmorgunin, og í dag, tríggjar dagar seinni, sluppu møðgurnar heim aftur.

Gleðin var stór og lagið gott, tá tey sýndu stóru fjøldini nýggju prinsessuna. Síðani boðini komu um, at Marie Prinsessa hevði átt, hevur ein stór fjøld trúføst hevur staðið og bíðað í forhøllini á Ríkissjúkrahúsinum fyri at síggja lítla barnið.

Bæði móður og dóttur sóu strálandi út, tann fyrra í einum strømmum kovboybuksum - hóast tað bara eru tríggir dagar, síðani hon átti - og tann seinna væl ballað í eina ljósareyða dýnu.

Joachim prinsur gleddist um endiliga at hava fingið eina prinsessu, tí hann eigur tríggjar prinsar frammanundan. Parið greiddi frá, at stóru beiggjarnir eru sera góðir við nýggju lítlusystrina, og hon fer uttan iva at verða sera forkelað. Marie prinsessa kundi stolt upplýsa, at diddan er farin nógv fram hesar dagarnar, eftir at hon bert vá 2930 gr, tá hon var fødd. - Hon veksur væl og hevur góðan matarlyst, greiddu tey frá.

Nú fer stóra navnagitingin í gongd, og fyrsta boðið er longu komið. Láturin rungaði í forhøllini í morgun, tá ein barnagarður skjeyt upp, at prinsessan sjálvandi eigur at verða doypt Tornarósa.