Prinsessa við svørði gav Ed Sheeran arr

Í eina tíð hevur verið gitt um, hví poppstjøran Ed Sheeran hevur fingið eitt arr á kjálkan. Sjálvur hevur hann sagt, at hann datt, men onnur hava sagt meira spennandi søgu um arrið.

Nú hevur Ed Sheeran so sjálvur greitt frá, hvat hendi. Tað gjørdi hann í talkshow sendingini hjá Graham Norton.

Tað var á einari veitslu í Royal Lodge í Windsor í Onglandi, at 28 ára gamla Beatrice prinsessa skemtaði sær við einum hátíðarsvøri – einum slíkum, sum drotningin plagar at sláa fólk til riddara við.

Á veitsluni skuldi Beatrice spæla sær við at sláa poppsangaran James Blunt til riddara, men tá ið hon sveiggjaði svørðið, rakti hon Ed Sheeran í kjálkan. Sheeran kann verða fegin um, at hon ikki raktað eygað, og nú heldur hann, at arrið er ikki so galið, tí hann kann fortelja eina góða søgu um tað.