Krúnprinsfamiljan hevur í dag vitjað í Norðoyggjum og í dag hava børnini verið við allan dagin.
Fyrrapartin vóru tey í Klaksvík, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, er væl nøgdur við vitjanina.
- Eg eri fegin um, at so nógv fólk tóku ímóti krúnprinsfamiljuni, bæði tá Dannebrog legði at og í Ósalund, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim.
Krúnprinsfamiljan var millum annað á Biskupstorgi og fekk eina framløgu av, hvussu miðbýurin í Klaksvík fer at síggja út. Framløgan var í 3D við virtual reality-brillum, og serliga børnini tóktust hugtikin av hesum.
- Tað var týðiligt, at tey hildu tað vera stuttligt at spæla við VR-brillunum, men millum annað Vincent, prinsur, tóktist eisini vera áhugaður í sjálvari miðbýarætlanini, sigur Jógvan Skorheim.
Í Ósalund tóku øll dagstovnabørnini í kommununi ímóti teimum kongaligu, og við skúlan á Skúlatrøð stóðu tey yngru skúlabørnini og sungu. Tilsamans var talan um eini 600 børn, sambært borgarstjóranum.
- Tað var stuttligt at síggja, hvussu spent børnini vóru, serliga at síggja ungu prinsarnar og prinsessurnar. Tað er eingin ivi um, at Christian, prinsur, hevur sjarmerað norðoyingar, sigur Jógvan Skorheim.