Suðuroyingar hava fingið nóg mikið av øllum ruðuleikunum, sum ferð aftaná ferð vísa seg við avloysaraskipum, tá Smyril ikki er tøkur. Bikarið fleyt yvir í gjár, tá nógv fólk máttu standa eftir á Krambatanga, tí tey passaðu ikki umborð á avloysaraskipið, Prince.
Óstøðuga sambandið gongur beinleiðis út yvir tey, sum vanliga brúka suðuroyarleiðina, og tí hava suðuroyingar nú tikið stig til eitt mótmælisskriv, har til ber at skriva undir. Undirskriftainnsavningin er talgild, sum merkir, at til ber at skriva undir á netinum, og har eru longu komnar fleiri undirskriftir.
Mótmælið til órøkt av Suðuroyarleiðini sær soleiðis út:
1. Okur mótmæla óstøðuga sambandið og stóru óvissuna á suðuroyðarleiðini. Okur krevja, at fráferðir og komur skulu haldast, og at samsvar skal verða millum leiðina og bussar o.a.
2. Okur krevja eitt nøktandi og samtíðarhóskandi kunningarstøði frá Strandfaraskipi landsins. Vit mótmæla at ósannindi verða nýtt sum undanførslur í miðlunum, og krevja at fáa týðandi kunning áðrenn, undir og eftir fráferð.
3. Okur mótmæla verandi tænastustøði og viðurskifti hjá ferðandi og farmaflutningi. Okur krevja, at tænastan hjá ferðafólkunum, óansæð tíðspunkt á degnum, skal verða tann sama. Okur krevja, at ferðslan við ferðafólki og farmaflutningi skal ikki tarnast, og tí má eykatúrur til, soleiðis at ongin stendur eftir.
4. Okur krevja eitt fast og nøktandi avloysaraskip til leiðina, av tí at Strandferðslan er bundin av at røkja leiðina og at brek, umvælingar og dokk er væntandi.
5. Okur krevja eitt nágreiniligt aftursvar beinanvegin!