Ferðafólk umborð á avloysaraskipinum hjá Smyrli, sum eitur Prince, mugu vera varin, tá tey fara á vesi. Starvsfólkini umborð skipinum hava nevniliga uppdagað eina heldur margháttliga avbjóðing við vesunum umborð. Í tí sambandi er ein pappírslepi hongdur upp, har tað stendur:
- Umborð á Prince gongur eitt ógvuliga viðbrekið avløbssystem út frá øllum vesum. Tað eru javnan trupulleikar við, at tað tippist. Tí er gott, um wc-pappír verður koyrt í skrellispannina, sum stendur við síðuna av kummuni. Hendan skrellispann verður tømd heilt ofta á túrinum.
- Prince er vanliga í sigling í Grikkalandi, og hetta er heilt vanligur siður har. Hetta er tó ókent hjá okkum, men neyðugt so leingi Prince er í sigling, stendur skrivað.











