Sangarin Prince hevur altíð gjørt nógv fyri at verja umdømið sítt. Nú hóttir hann nøkur viðhaldsfólk sínum við at saksøkja tey, tí tey leggja myndir av honum út á alnótini. Hann hevur biðið bretsku firmaið ?Web Sheriff? um at syrgja fyri, at allar myndir av honum verða beindar burtur frá privatum heimasíðum.
Bólkurin av viðhaldsfólkum, ?Prince Fans United?, hevur gjørt eina rúgvu av Prince-fanssíðunum. Hesi halda, at orsøkin til atburðin hjá Prince er, at hann ikki vil hava kritiskar viðmerkingar til myndirnar og tey halda, at forboðið hjá Prince er ímóti talufrælsinum.
Til hetta hevur ?Web Sheriff? sagt, at Prince als ikki hevur hótt viðhaldsfólkið hjá sær, men at hann bert ikki vil hava, at myndir, sum hann eigur rættindini til, koma at standa á øðrum heimasíðum.
Men um myndirnar liggja á síðum, viðhaldsfólkini hjá Prince hava gjørt, er tað tá ikki eitt beinleiðis álop á tey? Afturat hesum kann sigast, at 80% av myndunum, ið eru at finna á heimasíðunum eru tiknar til konsertir og sostatt eiga viðhaldsfólkini í allar flestu førunum sjálvi rættindini til hesar myndirnar?









