Prince aftur til Danmarkar

Hansara lillaða hátign vitjar Keypmannahavn og Herning í oktober mánaða Hann var avgjørt tað størsta høvuðsnavnið á árliga Roskilde festivalinum, og nú kemur hann aftur til Danmarkar. Hansara lillaða hátign, Prince, vitjar í Forum í Keypmannahavn 20. oktober og í MCH Herning Arena 22. oktober.

 

Longu í august segði BT frá, at Prince sambært álítandi keldum, skuldi hava konsert í Herning, men tá var dagfestingin 8. november, så heilt røtt var tann søgan ikki.

 

Prince endaði árliga Roskilde Festivalin við einari konsert, ið vardi í 2 tímar, sum umhugsandi fekk sera góð ummæli. Stutt eftir útgav hann fløguna ?20Ten?, sum bleiv útsend saman við einari rúgvu av ymsum tíðindabløðum og bløðum í nógvum londum, millum annað Daily Mirror í Onglandi og Rolling Stone í Týsklandi. Ein fløga, ið fólk hava tikið væl ímóti.

 

Prince kom fyrstu ferð fram í 1978 við fløguni ?For You? og hevur síðani útgivið meira enn 30 fløgur. Tað stóra gjøgnumbrotið kom í fyrstu helvt av 80´inum við fløgum sum ?1999? og ?Purple Rain?, og síðani hevur Prince verið eitt av størstu nøvnum í heiminum, við sínari heilt persónligu blanding av soul, funk, rock, r&b, og nógvum øðrum. Hann hevur gjørt óteljandi hitt, og tú veitst ongantíð heilt hvat tú kanst vænta til hansara konsertir, men konsert-fyriskiparin ICO lovar, at tað er ein stórur møguleiki fyri, at tú til tær komandi donsku konsertirnar kemur at hoyra sangir sum ?Purple Rain?, ?Little Red Corvette?, ?Nothing Compares 2 U? og ?Let´s Go Crazy?, sum hann eisini spældi í Roskilde.

 

Prince upptraðkar hesi støð:

 

Forum, Keypmannahavn

 

Mikudag tann 20. oktober kl.20

 

MCH Multiarena Herning

 

Fríggjadag tann 22. oktober kl.20

 

 

Anna Sjóvará og Maibrit Andreasen, sum eru í starvsvenjing í Miðlahúsinum, hava skrivað