Primer- og secunder mál Miðfloksins

    

Jenis av Rana, Valevni Miðfloksins



Greinin er skrivað sum svar til ein, ið ynskir at vita nærri um støðu Miðfloksins til fullveldi (spurningurin sæst á heimasíðu floksins ?
www.miðflokkurin.fo).
Takk fyri vøkru orð tíni um týdningin av at trúgvandi taka ta ábyrgd av landsins leiðslu, sum vit eru ætlaði at hava. Tilveran er jú ikki tilvildarlig, var tað so, var alt líkamikið. Tvørturímóti hevur Skapari okra tilrættalagt alt út í æsir, m.a. lagt til rættis ætlanir og verk til hvørjari løtu í lívi okkara( hygg t.d. efesus brævið kap. 2 v.10 ). Tí er so umráðandi fyrst av øllum at liva í hesum ætlanum og m.a. bera teimum, vit liva saman við, men eisini samfelagnum sum heild, tað Hann gevur okkum. Hava vit funnið Hann, so hava vit funnið tað besta, og tað mugu vit bera víðari inn í dagliga dag okkara- í skúla, vinnulív, politik v.m. Sjálvandi yvirlata vit ikki leiðslu samfelagsins til tann, sum ikki hevur funnið tað besta- t.e. lívið í Kristusi. Tvørturímóti brúka vit tað, Hann gevur okkum, at skapa og mynda tað samfelag við, sum vit, børn og eftirkomarar okkara annars, skulu liva í!
Viðvíkjandi tjóðskaparpolitikki Miðfloksins, so er hesin ikki nógv útgreinaður í stevnaskrá floksins, sum varð skrivað fyri góðum 10 árum síðani- tvs. áðrenn fullveldiskjakið kom í hæddina. Í løtuni situr ein nevnd og orðar broytingar í stevnuskránni, men m.a. tjóðskaparpolitikkurin hevur ligið greiður seinastu árini, og fari eg at lýsa hann niðanfyri.
Miðflokkurin flokkar politikk sín í primer mál og sekundær mál. Tað primera er, at vit sum tjóð og fólk fyrst av øllum mugu seta álit okra á Guð og Skaparan- síðani kemur alt annað. Tú kanst verða so frælsur, sum tjóð ella einstaklingur, sum tú vera vil, men er tað primera, t.e. viðurskiftini við Harra og Frelsara tín ikki greið, ert tú millum stórstu trælur heimurin veit um at siga. Og tú kanst vera í tí best hugsandi sambandi- við Danir, í ES ella USA, men tó ótryggari og fátækari, enn hugsast kann, hevur tú ikki sett álit títt á Harran Gud. Tá álit títt, mítt og lands okkara er sett á Hann, sum ynskir at sleppa at stýra skapanarverki sínum, fyrst tá eru vit trygg og kunnu fara at skipa viðurskifti okkara( secunder mál okkara) annars- tá á klettfastari grund.
Millum onnur sekunder mál kemur týdningarmikla málið um tjóðarfrælsi- og har hevur flokkurin eina greiða støðu. Vit meta at Skaparin hevur sett okkum í eitt paradís at liva og búleikast . Seta vit álit okkara á Hann, fer aldri, aldri at tróta til dagsins tørv á nøkrum øki! Søkið fyrst ríki Guds? so skal alt hetta verða tykkum givið- er eitt av lyftum hansara til okkum. Sjálvandi skulu vit samstarva við aðrar heimsins tjóðir, og millum tær eru Danmark, Ísland, Grønland og Norðurlond annars sjálvsagdar í fremstu røð. Men tað finst einki haldgott argument fyri, at ein av hesum tjóðum hevur rætt at stýra øðrum, hvusu lítil hendan stýring enn skuldi verði! Vórðu danir rættir demokratar, so høvdu teir fyri langari tíð síðani veitt Føroyum og Grønlandi tjóðarfrælsi, so at hesar tríggjar tjóðir á jøvnum føti kundi havt eitt virðiligt samstarv!
Viðvíkjandi heildarveitingini, sum danir senda okkum á hvørjum ári, eru nú tríggir fyrrverðandi høgtstandandi danskir politikkarar- Krag, Elleman Jensen og Engel, sum geva okkum rætt í, at danir í mong, mong ár hava havt ein stóran fíggjarligan fyrimun av Føroyum. Ein fyrimun so stóran, at ein fíggjarliga uppgerð vildi víst at Føroyar eiga pening til góða hjá dønum, eftir at heildarveitingin( blokkurin) er frároknaður. Tí atkvøddi Miðflokkurin imóti niðurskurðinum av heildarveitingini og ráddi til at ein fíggjarlig uppgerð fyrst varð gjørd. Sum eina síðstu roynd at forða hesari peningayvirflyting til danir legði flokkurin uppskot fyri Løgtingið um at senda ætlaðu minkanina út til fólkaatkvøðu millum Føroya fólk..
Ein av áheitanum Miðfloksins á hinar føroysku flokkanir, nú val stendur fyri durum, er, at vit saman eiga at biðja um eina fíggjarliga uppgerð við danir Tá hendan fyriliggur verður nógv greiðari og einfaldari hjá fólki at taka støðu til spurningin um tjóðarfrælsi.
Bestu heilsanir og ynski um Signing Harrans.