Dagsins Rokkstova setur sjóneykuna á skotska alternativa rock bólkin Primal Scream, sum hevur verið virkin síðani fyrst í 80unum. Primal Scream eru í hesum døgum plátuaktuellir við útgávuni ?Beautiful Future?, ið er hin níggjunda í røðini.
Primal Scream hava eyðmerkt seg við egnari samanseting av siðbundnum retro rocki og nýggjari elektroniskt grundaðum tónleikasjangrum (dub, dance, acid house o. s.fr).
Í dagsins sending verða úrvald løg spæld úr diskografiini hjá hesum spennandi bólki, ið hevur fleiri frálíkar plátur í skjáttuni, m.a. meisterwerks sum ?Screamadelica? (91), ?Vanishing Point? (97) og ?XTRMNTR? (2000).
Í alt verða 10 vítt fevnandi Primal Scream løg spæld, ið eru frá 1991 til 2008.
Rokkstovan í dag kl. 17.05 (við endursending í morgin týsdag kl 19.00).










