Høvuðsgrundgevingin er, at forðast skal fyri spekulasjón millum bøndur. Og við hesi grundgeving verður alt sorlað sundur, sum sambært lógini frá mai í fjør, gav bóndanum eitt lítið vet av avgerðarætti yvir sínum arbeiðsplássi.
Eitt er so grundgevingin, men hvar er veruligi vandin? Kann tilfeingismálaráðharrin vísa okkum eitt einasta dømi um spekulasjón eftir lógini frá mai í fjør, ið rættvísger so ógvuslig inntriv í landbúnaðarlógina?
Ótrúligt at tann maður, ið ofta rópar harðast um frælsi til fólkið í hesum landi býr, skal verða sami maður sum ætlar at niðurbinda ein heilan samfelagsbólk, tekur nývunnin rættindi frá teimum, og leggur til sín sjálvs at umsita. Ikki bert at umsita, men nærum detailstýra hvørjum einasta festi í Føroyum. Tað er líka við at landstýrismaðurin fær góðkennandi myndugleika yvir, hvønn maka festarin kann fáa sær.
Ótrúligari er tað, at ein tjóðveldismaður skal fara og hálova teimum skipanum, danakongar løgdu útyvir hetta fólk, og sum vóru avskaffaðir longu í 1786 í Danmark. Vit vóru eitt elalítið fet á rættari kós. Men nú skal henda avoldaða og primitiva skipan setast aftur í gildi.
Harraguð, sjálvt Russland hevur sæð andsøgnina og ineffektivitetin í at ”landið eigur”, og enntá á Kuba eru tey so smátt farin frá hesum skipanum, hetta átti at fingið onkrar klokkur at ringt.
Um tit endiliga vilja avhøvda vinnuliga landbúnaðin í Føroyum, kalli so ein spaka fyri ein spaka.
Hetta primitiva lógaruppskotið vantar bert eina reglu fyri at verða fullgjørt.
Tá nú tilfeingismálaráðharrin sær seg sjálvan sum betri bónda enn festaran, eigur hann at skoyta uppí rættindini sum enski aðalin helt seg hava mótvegis skotum. PRIMA NOCTE. Hetta, tí at enn eru arvalógirnar galdandi, og á henda hátt vildi hann (um enn spakuliga) fingið beinleiðis ávirkan á øll festini. Haldi eitt slíkt ískoyti hevði verið á á leið sama barbariska støðið sum restin av lógini.
”Teir, ið vilja valda skulu teir eisini gjalda”, verður ofta borið fram. Gangi so bara út frá, at skal tað verða grundreglan, eigur hetta at innførast í landbúnaðinum við. Vil landið framhaldandi valda, eigur landið at gjalda. Ein byrjan kundi verið at landið fer at gjalda fyri tað, ið stendur á festibrøvunum (landsins ognum). Hvør annar eigur ognir uttan at gjalda fyri tær?
Kanska kundu tit so sett bóndan í starv, og givið bóndanum somu góðu sømdir sum løgtings- og landstýrisfólk, bæði við lønum og feitum eftirlønum, fyri at røkja landsins ognir. Men nei. Øll gjøld hvíla á festaranum.
Vita føroyingar í heila tikið av, at festibóndin skal seta privatar ognir í veð fyri at lána úr Búnaðargrunninum til íløgu ella røkt av landsins ognum?
Veit nakar um nakað annað land, har privatfólk skulu seta privatar ognir í veð fyri røkt av almennum ognum?
Vildi fegin sæð Tobba á brúnni á skipi, við keppi og balli í kinnklovanum, sett seg sjálvan í skuld uppum bæði oyru til røkt, viðlíkahald og íløgu, og tá alt kom til alt, átti landið skipið. Missir hann skipið, hongur skuldin á honum, og tá verður tað ein samráðingarspurningur millum ein møguligan nýggjan festara og landsstýrið, um Tobbi framhaldandi skal eiga lánini, ella tann nýggi festarin tekur tey á seg, tá hann yvirtekur skipið. Tobbi sjálvur verður ikki eftirspurdur….
Annars er tað hvørki serliga hugkveikjandi ella uppbyggjandi fyri okkum, ið liva og virka í hesi vinnu, at síggja politiska myndugleikan vísa okkum so lítið álit.
So vónandi eru tit, okkara tingfólk, so mikið at tykkum komin, at tit beina hetta lógaruppskot beinaleið í ruskspannina, har tað hoyrir heima, hetta vóni eg tit gera longu við, ella áðrenn, fyrstu viðgerð.