Í dag verður árliga Pride skrúðgongan, sum LGBT felagsskapurin skipar fyri. Hetta er 10. ferðin, at Faroe Pride verður hildin.
Skrúðgongan byrjar við Tórsvøll, og gingið verður gjøgnum býin oman á Vaglið, har røða, undirhald og tónleikur verða á palli.
Hesaferð verður tað kendi danski sjónvarpsverturin Hans Pilgaard, sum fer at seta Faroe Pride.
Skráin fyri Faroe Pride 2019 er hendan:
Kl. 15.45: Tað verður hitað upp við Tórsvøll og ókeypis fløgg verða deild út.
Kl. 16.00: Pride skrúðgongan byrjar við Tórsvøll. Øll eru vælkomin at luttaka í gonguni, sum fer oman á Vaglið.
Kl. 16.30: Ókeypis Pride konsert við Teitur, Jasmin, Marbles Lost, Helgi og danski sjónvarpsverturin Hans Pilgaard setur ársins Pride. Føroyska drag queen, Boogie O´Kayla verður vertur. Hetta verður á Vaglinum.
Kl. 18.00: Pre-Afterparty í Suppurgarðurin, har Springarasystrar diska.
Kl. 19.00: 50 ár eftir Stonewall – Framløga og stuttfilmaframvísing í Perluni, sum Faroe Islands Minority Film Festival standa fyri.
Kl. 21.00: Pride Afterparty í Sirkus við Joe & the Shitboys og ymiskum Djs

Pride-gongan verður í dag












